09/10/2026

Sangløta í Tofta skúla

Hósmorgunin 8.oktober høvdu vit sangløtu í Tofta skúla. Sanglærarar høvdu lagt løtuna væl til rættis og næmingar úr 5.fl hjálptu til at syngja fyri, og næmingar á tónleikabreytini í 10.flokki framførdu tvey løg fyri okkum. 

Eins og vanligt sungu vit nógvar føroyskar sangir, bæði nýggjar og eldri, hetta skakpti ein góðan og hugnaligan stemning. Av tí at tað er Spæl føroyskt-vika, var løtan almenn. Vit vóru fegin um at síggja so nógv fólk koma á vitjan og njóta løtuna saman við okkum. Millum gestirnar vóru børn og starvsfólk úr barnagarði, ommur og abbar, foreldur og onnur. 

Samanumtikið var hetta ein sera góð løta, har vit steðgaðu á í gerandisdegnum at njóta felagsskapin og gleddust um at syngja føroyskar sangir saman.