02/10/2026
Altjóða læraradagur í Tofta skúla
Mánadagin 5.oktober er altjóða læraradagur. Eins og siðvenja er í Tofta skúla, so fara vit at steðga á eina løtu og seta orð á tann týdningamikla leiklut, sum starvsfólk skúlans hava í lívi og menningini hjá børnum og ungum.
Nývalda næmingaráðið skipar fyri løtuni. Næmingar hava skrivað stuttar takkarheilsanir til lærararnar og nøkur av hesum boðum verða lisin upp á degnum.
Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin saman.