01/10/2026
Heystsangløta í Tofta skúla
Hósmorgunin 8.oktober fara vit at hava eina heystsangløtu í Tofta skúla. Løtan verður frá kl 09:45 - 10:30. Vit syngja føroyskar sangir. Av tí at vika 41 er spæl føroyskt vika vilja vit nýta høvið at gera sangløtuna almenna. Øll eru vælkomin at syngja saman við okkum. Sangløtan er í miðhøll skúlans.