15/04/2026

Foreldraráðið boðin til fundar 14.apríl 2026

Týsdagin 14.apríl vóru foreldraumboðini í øllum flokkum boðin til fundar frá kl 18 - 20.

Samskiparin hjá foreldraráðnum Kristian Erling Vígda hevði boðið til fundar. Møtt vóru umleið 15 fólk. Tveir av flokkunum vóru ikki umboðaðir.

Foreldraumboðini prátaðu saman um viðkomandi viðurskifti fyri teirra børn. Prátað varð m.a. um fartelefonnýtslu og at ynskiligt er, at børnin brúka minni skerm. Samstundis førdu tey eisini fram, at tað er torført at halda fast í gjørdum avtalum um eitt nú skermfríar dagar hjá børnum teirra. Nakað varð eisini tosa um møguleikan at hava "foreldrakontrol" á telefonunum hjá teirra børnum. Í skúlanum høvdu tey ynskt, at børnini ikki hava snildtelefonir við og um tær eru við at tær ikki kunnu annað enn ringjast við til børnini eru væl og virðiliga liðug við skúlan. 

Práta varð um hvørji tiltøk foreldraumboðini hava gjørt higartil og hvørji tiltøk tey hava í huga at skipa fyri áðrenn summarferiuna. 

Tey foreldraumboð, ið ikki høvdu nakra hondbók til foreldraráðið fingu eina. 

Samtykt at hittast aftur í heyst og at vit tá evt. kundu havt ein áhugaverdan fyrilestur fyri foreldraumboðunum.