08/09/2026

Squishes ikki loyvd í skúlanum

Góðu foreldur

Vit hava seinastu tíðina upplivað avbjóðingar við tí vælumtókta spælilutnum Squishes í skúlanum. Lutirnir seta merki á veggir, gólv, innbúgv og aðrar yvirflatur, og hesi merkini eru trupul at fáa burtur. Hetta gevur okkara reingerðarfólki eyka arbeiði og ger reingerðina meira krevjandi.

Fyri at verja skúlans høli og tryggja góð arbeiðskor hjá okkara reingerðarfólki hevur skúlin tí avgjørt, at Squishes ikki longur kunnu takast við í skúla.

Vit heita á foreldur um at hjálpa okkum við at tryggja, at børnini lata hesar leikur verða eftir heima.

Um ein næmingur hevur Squishes við í skúla, verður næmingurin biðin um at leggja tað aftur í taskuna og ikki hava tað við aftur í skúla. 

Vit takka fyri tykkara vælvild og samstarv.

Vinarliga

Leiðslan