27/09/2026
Skúlarenning verður týsdagin 29. september
Árligi norðurlendski renningardagurin verður týsdagin 29. september í Tofta skúla.
Næmingarnir møta í skúlanum kl. 08.00 til morgunsang.
Kl. 08.15 verður hitað upp í fimleikarhøllini og síðani verður farið runt Agnið og aftur á skúlan.
Liðugt verður umleið kl. 11.30.
Tað er umráðandi at vera væl ílatin:
góðar skógvar, jakka, troyggju, húgvu og vøttir.
Næmingarnir kunnu hava vatndunk við til túrin.