Seinastu tíðindi

30/03/2025

Fráboðan um skrubb

24/03/2025

Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar

12/03/2025

Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum

07/03/2025

Grækarismessuhald í Tofta skúla

04/03/2025

Føstulávintshald í Tofta skúla

01/03/2025

Felags sangløta í Tofta skúla

07/02/2021

Foreldraráðið havt fund

Stutt frágreiðing frá foreldraráðs tiltakinum mikukvøldið 3. februar 2021

Foreldravald umboð frá øllum flokkum, saman við trimum umboðum fyri næmingaráðið og trimum umboðum fyri skúlastýrið og skúlastjórin, komu saman mikukvøldið.

Á skránni var millum annað hjá foreldraumboðunum at hitta umboð fyri næmingaráðið og tey foreldravaldu í skúlastýrinum. Harumframt var á skrá, at velja nýggjan samskipara og skifta orð um tiltøk sum hava verið og fara at vera runt umkring í flokkunum sum foreldrini skipa fyri.

Næmingaráðs umboðini Filip Hansen, Johannes Johansen og Jónas Thomsen greiddu væl frá hvat næmingaráðið hevur fingist við seinastu tíðina og hvat er fyri framman. Foreldra umboðini fingu høvi at spyrja inn til og práta við teir. Tað verður spennandi at fylgja við arbeiðinum hjá teimum.

Tey foreldravaldu úr skúlastýrinum, Rut Láadal, Kristian Poulsen og Bent Djurhuus, greiddu síðani frá um hvat skúlastýrið hevur fokus á nú frameftir og høvið var hjá foreldrum at spyrja inn til.

Síðani var val av samskipara til foreldraráðið. Berlys Nordendal er nýggi samskiparin hjá foreldraráðnum.

Prátað varð síðani um tiltøkini sum hava verið seinasta árið ella so. Sjálvsagt vóru tiltøkini nógv merkt av koronu avmarkingum, tó so, at summir flokkar nýttu høvi at skipa fyri tiltøkum uttandura har møguligt var at fylgja koronu tilmælunum. Onkrir flokkar vóru byrjaðir aftur við at hava vinarbólkar. Skoytibanin og pitsa vóru populer tiltøk eins og tað, at fara á seiðaberg. Allir flokkar ætla í gongd við ymisk tiltøk nú fram ímóti vári.

Við hesum takkar Justin Philbrow fyri seg og ynskir fðoreldraráðnum og Berlys góðan byr.