Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Vallistar til Skúlastýrisval 2024
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla, skúlaárið 2023/24
Fundarfrásøgn frá foreldraráðsfundi 20. nov. 2013
Luttakarar:
- 21 foreldur
- Annfríð Neslíð fyri skúlastýrið
- Olaf Magnussen fyri leiðslu skúlans
- Anelia Philbrow, samskipari í foreldraráðnum
Anelia bjóðaði vælkomin. Hon greiddi frá, hvat ið fundurin fór at snúgva seg um. Skráin er fyri fundin var, at foreldraumboðini í hvørjum flokki løgdu fram, hvussu felagsforeldrafundurin í teimum einstøku flokkunum var skipaður. Eisini greiddu foreldraumboðini frá, hvørjar ætlanir tey høvdu til komandi jóla- og vetrartiltøk.
Skúlastýrið vildi hava foreldraumboðini at kjakast um møgulig broyting av mannagongdini viðv. vali av nýggjum foreldraumboðum.
Eisini skuldi nýggjur samskipari fyri foreldraráðið veljast.
Foreldraumboðini vístu á, at fleiri flokkar høvdu valt at fáa Ingu Símunardóttir frá Gigni at hava ein fyrilestur um tannáringar. Eisini høvdu Inga S. og Petra A. Poulsen frá Gigni verið við til foreldrafundin hjá 6 flokki, har tær kunnaðu foreldrini um eitt trivnaðarskeið, sum tær fóru at hava saman við næmingunum í 6. flokki. Í 3. flokki høvdu tey vitjan av tannrøktara og tannlækna.. Í einum flokki var trivnaður og samansjóðing á skránni.
Eftir at foreldraumbiðini høvdu tosað um foreldrafundirnir, greiddu tey frá, hvørjar ætlanir vóru viðv. vetrar- og jólatiltøkum. Fleiri foreldraumboð høvdu ætlanir um at hava jólahugna í skúlanvum, við at skipa fyri felagsmorgunmati, tá skúlin bleiv pyntaður. Summi vístu á, at teirra flokkur ætlaði sær sær út at bowla og eta. Sum nakað heilt serligt, ætlaði ein flokkur at sova í skúlanum og at læna svimjihylin. Ein flokkur hevur bjóðað næmingum og nærmastu familju teirra, til ein nátturðabita, har tey sjálvi taka okkurt etandi við, fyri siðani at klippa jólapynt.
Eftir hetta legði skúlastýrið fram um møguliga at broyting mannagongdini viðv. vali av nýggjum foreldraumboðum. Spælið “samanspæl” varð brúkt til endamálið. Spurningarnir vóru hesir: Skulu øll umboðini skiftast út í einum, ella skal tað broytast til at 2 umboð vera skift út samstundis og síðsta umboðið árið eftir. Kjakast varð um fyrimunir og vansar. Foreldraumboðini sótu í bólkum og kjakaðust eina løtu. Tað vóru sera ymiskir meiningar, men samanumtikið stóð mestsum á jøvnum, um tað mannagongdin skuldi broytast ella ikki.
Fyrimunir við at broyta valið, vóru millum aðrar, at tá er altíð eitt umboð við royndum, og tískil kann tað vera skjótari hjá teimum nýggju foreldraumboðunum at“finna stevið”. Vansarnir vóru millum aðrar hesir, at val verður oftari, og tískil kunna foreldur troyttast av hesum, og ikki tíma at møta upp til fundirnir. Ein annar vansi var, at møguliga fer tað umboðið, ið ikki er nývalt, at hava eina alt ov stóra ábyrgd.
Fyrimunir við ikki at broyta valið vóru: Tey 3 umboðini fáa eina góða relatión, og kann arbeiðið fella lættari. Men dentur varð lagdur á, at neyðugt er við neyvari kunning frá teimum fráfarnu umboðunum til tey nýggju. Við tað at meiningarnar vóru so ymiskar, fer Annfríð at taka tað upp á skúlastýrisfundi.
Anelia hevði sitið sum samskipari fyri foreldraráðið í 2 ár, og tískil skulidi nýggjur samskipari veljast. Annfríð hevði kontaktað Armgarð á Regni, og spurt um hon var áhuga í at gerast samskipari, og tað játtaði hon. Ongin mótmælti hesum, tískil er Armgarð á Regni nýggjur samkipari.
Skúlastyrið og leiðslan í Tofta skúla takkaðu Aneliu Philbrow fyri sera gott arbeiði og samstarv. Eisini handaði Annfríð Neslíð, skúlastýrisformaður henni eitt blómutyssi sum eina sjónliga tøkk. Eisini takkaðu foreldraumboðini henni fyri ta tíð, hon hevði sitið sum samskipari í foreldraráðnum.
Næsti foreldraráðsfundur verður í mars 2014.
Skrivari: Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni