Seinastu tíðindi

15/11/2024

Gloymd klæði

13/11/2024

Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024

04/11/2024

Skúlastýrisvalið 2024

01/11/2024

Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla

24/10/2024

Vallistar til Skúlastýrisval 2024

23/10/2024

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla, skúlaárið 2023/24

21/11/2019

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2018/19

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2018/19 
 
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001. 
 
Skúlastýrið 
 
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan 2017. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár. 
Skúlastýrislimir: Armgarð á Regni, Rut Láadal og Hermann Jacobsen eru foreldraumboð, Hallfríð H. í Hjøllum er læraraumboð, Niklas Davidsen og Høgni Hansen umboða Nes Kommunu. 
Skúlastýrið hevur skipað seg við Armgarð á Regni sum forkvinnu, og Rut Láadal sum næstforkvinnu. 
Viðmerking: Skúlastýrið hevur fyri kortum heitt á Karis Danielsen, ið var eykaumboð, um at traðka til meðan Hermann Jacobsen er í farloyvi frá skúlastýrinum. Karis tók við í Skúlastýrinum 26. Okt. 2019 
Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2020.  
 
 
Eitt sindur um Tofta skúla  
 
Við skúlaársbyrjan tann 16. Aug. 2018 gingu 204 næmingar í Tofta skúla. 23 børn byrjaðu í fyrsta flokki. Skúlaárið 2018/19 starvaðust 21 lærarar, 15 konufólk og 6 mannfólk í Tofta skúla. Øll, ið undirvísa, hava læraraútbúgving. Harumframt vóru 4 námsfrøðiligir stuðlar til næmingar við serligum tørvi. 
Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 reingerðarfólk starvast eisini við skúlan. 
 
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2018/19 
Alt skúlaárið 2018/19 hava vit havt 10 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd. 
 
Sum øllum kunnugt, er Nes kommuna ein kommuna í vøkstri. Nógv nýggj búseta seg her, tað inniber eisini nýggj børn og vaksin í Tofta skúla. Tað kann vera trupult at finna runt inni í skúlanum, tískil hevur skúlastýrið verið í samband við ymiskar veitarar um at geva okkum uppskot og tilboð uppá skelting inni í Tofta skúla. Eftir at hava hugt ígjøgnum alt tilfarið, varð tilmæli sent til Nes kommunu. 
Hesi skelti eru nú komin upp at hanga runt í skúlanum, eins og allar floksstovur eru merktar við tølum.  
 
Eisini hevur tað verið ein fyrispurningur frammi um at skilja rusk. Skúlin er í samband við IRF um at finna eina góða loysn uppá hettar. Marknaðar- og samskiftisfólk hjá IRF hevur verið á skúlanum og lagt lærarum, húsavørði, reingerðarfólki lag á hvussu farast kann fram, tá ið rusk skal skiljast. Harumframt hava nakrir flokkar arbeitt við evninum at skilja rusk. Avgjørt er, at vit byrja við at skilja reint papír frá hinum skrellinum, og tá ið tað er komið í rættlag, kunnu vit fara eitt stig víðari.  
 
Starvssetanir og útbúgving  
 
Skúlaárið 2018/19 vóru trý føst lærarastørv í Tofta skúla leys at søkja, eins og fýra tíðaravmarkað lærarastørv vegna niðursetta tíð og lærara í farloyvi. Eitt av hesum størvum var ikki fulla tíð.  
Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv. 
  
 
Fíggjarætlan 
 
Á hvørjum árið skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiligaráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. 
Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2019 var kr. 680.000, - ið er nakað meira enn undanfarna ár. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið. Biðið varð um kr. 225.000, - til KT. 
Fíggjarjáttanin til Tofta skúla fyri 2019 er kr. 660.000, -. Harumframt vóru kr. 150.000, - játtaðar til KT útbúna.  
 
Felags-foreldrafundur  
  
Árligi felags-foreldrafundurin varð hildin 05. Nov. 2018. Ársfrágreiðingin fyri 2017/18 varð gjøgnumgingin. Eftir hetta, høvdu foreldur høvið til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Gitte Klein helt áhugaverdan fyrilestur við heitinum “Heilin og robust børn”. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uml. 70 fólk møttu til fundin.  
 
Altjóða læraradagur 
 
Eins og siðvenja er á skúlanum, so varð altjóða læraradagurin hildin í Tofta skúla tann 5. okt. 2018. Næmingaráðið skipaði fyri løtuni saman við skúlastýrinum. Eins og vanligt varð gjørt nógv burturúr. Foreldraumboðini fyri flokkarnir høvdu samlað inn og keypt gávur til lærarar og stuðlar. Elsa Hansen úr næmingaráðnum helt eina røðu um munin á skúlagondini fyrr og nú. Sìðani fekk Tórður Mikkelsen orðið. Hann hugleiddi um egnu skúlagongd og segði frá stuttligum og hugnaligum minnum frá sínum barndómi. At enda fóru næmingarnir í sínar stovur og teir eldru næmingarnir vóru saman við teimum yngru. Í meðan bjóðaði skúlastýrið lærarum og stuðlum morgunmat. Ein sera hugnalig og væleydnað løta.   
 
Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin 
 
Fyrst í februar bjóðaði Skúlastýrið fyri Tofta skúla, til felagsfund fyri øll skúlastýrið kring Skálafjørðin. Útiøki skúlans var evni til fundin. Hetta er eitt evni, ið er uppi á næstan øllum fundum, og tískil er tað nakað, ið fyllir nógv. Ikki bara hjá okkum í Skúlastýrinum, men vit vita, at hetta er nakað, ið foreldur eisini hugsa nógv um, og hava borið fram ynskir um batar í skúlagarðinum. Allir skúlar høvdu eitt upplegg um útiøkið í teirra skúla, og tað vísir seg, at allir skúlar á Skálafjørðinum arbeiða nógv við útiøkinum. Bæði viðv. Umstøðum og innihaldi í fríløtunum. 
Síðani var ein rundvísing á skúlanum og vit fingu ein betri bita. Næsti felagsfundur verður í Oyndarfirði. 
 
Arbeiðsbólkur til útiøki 
 
Í Nov. 2018 samtykti bygdaráðið, at ein arbeiðsbólkur skuldi koma við uppskoti um, hvussu útiøki skúlans skal skipast og síggja út í framtíðini. Hesin arbeiðsbólkur er mannaður av skúlastýriðsforkvinnuni, einum læraraumboðið og trimum umboðum fyri kommununa.  
Hugt hevur verið eftir umstøðunum rundan um, og nógv ymisk uppskot hava verið frammi.  
Arbeiðsbólkurin avgjørdi at arbeiða víðari við staðseting av einum innilokaðum multivølli. Hetta leysgevur meira pláss í sjálvum skúlagarðinum, og er hetta samstundis til gleði fyri bæði lærarar og næmingar.  
 
Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla 
 
Tann árligi samstarvsfólkafundurin, millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla, varð hildin 06. Mars 2019. Byrjað varð við einum betri bita, og síðani hugleiddi Jógvan Fríðrikson.  
Skúlastýrið hevði eina stutta framløgu og løtan endaði við drekkamunni og hugna. Hetta var ein sera góð og gevandi løta, sum allir partar vóru glaðir fyri. 
 
 
Foreldraráðið fyri Tofta skúla 
 
Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum. Justin Philbrow tók við sum samskipari í foreldraráðnum í januar 2017. Hansara uppgáva er m.a. at samskipa fundirnar í foreldraráðnum.  
 
Allir flokkar hava eina handbók, sum skal fylgja við foreldraumboðunum í flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum, hevur ábyrgd av handbókini. Tað stendur í handbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiði kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk. Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna hjá Tofta skúla. 
 
Næmingaráðið 
 
Næmingaráðið virkar væl og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt. 
Eisini er siðvenja, at næmingaráðið heldur grækarismessurøðuna og veita eina hjálpandi hond til ymisk tiltøk eitt nú árliga læraradagin. 
Umboð í næmingaráðnum skúlaárið 2018/19 vóru: Hanus Højgaard, formaður, Elsa Hansen, Svend Danielsen, Bjørt Højgaard og Hilmar Højgaard 
 
Umframt hesar limirnar, velur námsfrøðiligaráðið eitt umboð at sita í næmingaráðnum. Læraraumboðið er Maria Schmeltz Hansen.  
 
 
Heimasíðan hjá Tofta Skúla 
 
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har. 
 
Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum. 
Toftir, 10. Nov. 2019 
Skúlastýrið fyri Tofta skúla 
Armgarð á Regni, skúlastýrisforkvinna