Seinastu tíðindi

15/11/2024

Gloymd klæði

13/11/2024

Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024

04/11/2024

Skúlastýrisvalið 2024

01/11/2024

Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla

24/10/2024

Vallistar til Skúlastýrisval 2024

23/10/2024

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla, skúlaárið 2023/24

18/10/2016

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2015/2016

Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.

Skúlastýrið

Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.

Skúlastýrislimir : Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð, Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes Kommunu.

Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu, og Justin Philbrow sum næstformanni.

Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016. 

Eitt sindur um Tofta skúla

Við skúlaársbyrjan 15.aug. 2016 gingu 197 næmingar í Tofta skúla. 23 byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2015/16 gingu 198 næmingar í skúlanum.

Tofta skúli hevur 20 lærarar, 13 konufólk og 7 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 5 (námsfrøðiligir) pedagogiskir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.

Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.

Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2015/16
Alt skúlaárið 2015/16 hava vit havt 8 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.

Starvssetanir og útbúgving

Fyri skúlaárið 2015/16 lýsti Tofta skúli eftir tveimum tíðaravmarkaðum lærarastørvum fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og fýra tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.

Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv. 

Fíggjarætlan

Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiligaráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2016 var til viðgerðar í skúlastýrinum 9. septembur 2015.

Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2016 var kr. 640.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.

Játtanin fyri 2016 er 600.000 er . Eisini fekk skúlin 70.000 til nýggjar teldur. Tilsamans 670.000 kr.

Eisini var heitt á Nes kommunu um at bera kostnaðin av innskúlingartilboðnum, sum er eitt samstarv millum barnagarðin og skúlan.

Felags-foreldrafundur

Árligi felags-foreldrafundurin varð hildin 26. novembur 2015. Ársfrágreiðingin fyri 2014/15 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvið til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Tónleikaframførsla frá næmingum var á skránni og Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi helt fyrilestur við heitinum : “Hvussu kunnu vit motivera næmingarnar?”. Hetta var ein sera áhugaverdur fyrilestur. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.

Altjóða læraradagur

Sum nakað nýtt valdi skúlastýrið at gera nakað burturúr altjóða læraradegnum, sum er ásettur at verða 5. oktobur. Vit hildu dagin 2. oktobur. Næmingaráðið skipaði fyri morgunsanginum og løtuni og tey høvdu pyntað skúlan. Foreldraumboðini í flokkunum høvdu saman við næmingunum syrgt fyri, at lærarar og stuðlar fingu gávur, brøv o.a. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, helt røðu. Jóhannus Danielsen,Marita Dalsgaard og Annfríð Neslíð bóru eisini fram røðu. Aftaná vóru starvsfólkini boðin til morgunmat, meðan tey størru børnini ansaðu skúlabørnunum. Ein sera væleydnað og positiv løta.

Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin

Fyrst í mars bjóðaði skúlastýrið fyri Frískúlan í Kelduni í Skálafirði til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Tað var góð uppmøting. Hvørt skúlastýri greiddi frá hvørjum, tey arbeiða mest við. Hetta er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Avgjørt er, at hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Næstu ferð verður fundurin á Strondum.

Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla

Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla varð hildin 2. mars 2016.

David Im frá Útlendingastovuni helt fyrilestur við heitinum: “Using existing tools and resources to make an integrative classroom”. David tosaði um tann sosiala partin av integratión, har hann kom við dømum. Vit valdu hetta evnið, tí vit hava nakrar næmingar í skúlanum við útlendskum uppruna. Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.

Foreldraráðið fyri Tofta skúla

Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.

Armgarð á Regni er samskipari triðja árið á rað, so vit fara skjótt at mangla ein avloysara fyri hana.

Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum, hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.

Skúlastýrið hevur gjørt smávegis broytingar í leiðreglunum fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.

Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.

Næmingaráðið

Næmingaráðið virkar væl og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt.

Vit ynskja, at Tofta skúli skal verða ein skúli har næmingar, foreldur og starvsfólk trívast, samstarva og hava ávirkan.

Økið rundanum skúlan

Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Vit fingu onga játtan til hetta frá Nes kommunu fyri 2016, men nú vóna vit, at peningur verður settur av fyri 2017. Vit í skúlastýrinum eru ikki nøgd við spæliumstøðurnar kring skúlan og tað er nakað, sum vit gera vart við javnan. Skúlakanningin bæði í 2012 og nú aftur í 2016 vísa, at foreldrini als ikki eru nøgd við útiumstøðurnar hjá skúlanum. Vónandi verður nakað munagott gjørt við hetta nú.

Ymiskt

Seinast í skúlaárinum bleiv ein skúlakanning aftur gjørd. Nes kommuna játtaði pening til hesa kanning, sum Gallup stóð fyri. Hetta hoyra við meira um um eina løtu. Takk fyri, at tit foreldur tóku so væl undir við kanningini og góvu tykkum tíð til at svara.

Heimasíðan hjá Tofta Skúla

Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.

Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.

Toftir, 18. oktobur 2016
Skúlastýrið fyri Tofta skúla

Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna