Barnadansur í Hæddini í Runavík fríggjadagin 22. nov.
Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Vallistar til Skúlastýrisval 2024
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla, skúlaárið 2016/17
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.
Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, varð valt 8. nov. 2016 og hevur virkað síðan 1. jan 2017. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár, og sita tey tískil til 31. des. 2020. Í skúlastýrinum eru 6 limir og eru tey: Armgarð á Regni, Rut Láadal og Herman Jacobsen, foreldraumboð. Atli Johansen, læraraumboð. Niklas Davidsen og Høgni Hansen, Nes kommuna. Harumframt er skúlastjórin fastur skrivari.
Skúlastýrið hevur skipað seg við Armgarð á Regni sum forkvinnu, og Rut Láadal sum næstforkvinnu.
Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 15. aug. 2016 gingu 197 næmingar í Tofta skúla. 23 byrjaðu í fyrsta flokki.
Tofta skúli hevur 20 lærarar. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 5 námsfrøðiligir stuðlar.
Á skúlanum starvast eisini ein skrivstovukvinna hálva tíð, ein húsavørður, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur.
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2016/17
Alt skúlaárið 2016/17 hava vit havt 8 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.
Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2016/17 lýsti Tofta skúli eftir: 2 tíðaravmarkaðum lærarastørvum fulla tíð, 1 tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og 4 tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.
Fíggjarætlan
Fíggjarumbønin fyri 2017 var kr. 660.000,-. Eisini varð heitt á Nes kommunu um at løna bókavørðunum fyri skráseting av skúlabókum.
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarumbønina hjá Tofta skúla. Fíggjarumbønin verður síðan løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiligaráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til umbønina. Fíggjarumbønin fyri 2017 var til viðgerðar í skúlastýrinum 5. oktober 2016.
Fíggjarjáttanin frá NK fyri 2017 var kr. 610.000,- til blokkin, harumframt fekk skúlin kr.100.000,- til KT útbúnað. Tilsamans kr. 710.000,-
Felags-foreldrafundur
Felags foreldrafundurin, sum átti at hava verið í november 2017 varð ikki hildin. Tískil varð samtykt, at ársfrágreiðingin, sum átti at verið løgd fram á hesum fundi, verður løgd út á heimasíðu skúlans, og foreldur verða kunnaði um tað. Foreldrafelagið Heim og Skúli hevur somuleiðis tikið undir við, at so verður gjørt í 2017.
Altjóða læraradagur
Læraradagurin varð hildin 5. okt. Næmingaráðið skipaði fyri løtuni og aftur í ár varð gjørt eitt sindur burturúr. Foreldraumboðini fyri flokkarnar høvdu samlað inn og keypt eina gávu til lærarar. Forkvinnan í skúlastýrinum bar eina heilsu fram, og vísti m.a á, at vit hava ein góðan skúla, við dugnaligum og góðum lærarum og stuðlum. Síðani fekk Kristian Poulsen orðið. Hann hugleiddi m.a um broytingar, ið hava verið gjøgnum tíðina í skúlanum. Samanumtikið var hetta ein góð og hugnalig løta, har ið tað var víst á at starvsfólk skúlans leggja stóra orku í teirra arbeiði, og eru tey ein týðandi partur av dagligdegnum og menningini hjá børnunum
At enda fóru næmingarnir í sínar stovur, har 9. og 10. floks næmingar vóru saman við teimum. Skúlastýrið bjóðaði lærarum og stuðlum morgunmat.
Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
Fyrst í mars mánaði bjóðaði skúlastýrið fyri Skála skúla skúlastýrunum runt Skálafjørin til tann árliga felagsfundin. Uppmøtingin var góð. Skúlastýrini greiddu frá, hvat ið tey arbeiða við. Hesin fundur er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Fleiri skúlar høvdu ætlanir um at gera nøgdsemiskanningar, eins og vit hava gjørt í Tofta skúla.
Samstarvsfólkafundur í Tofta skúla
Tann árligi samstarvsfólkafundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla varð hildin mikudagin 15. mars. Gitte Klein hevði ein sera áhugaverdan og viðkomandi fyrilestur fyri okkum um mentalt mótstøðuføri/robustheit. Hon hugleiddi um hvussu vit kunna fáa næmingar til at trívast og vera robustir. Gott kjak aftaná fyrilesturin. Hesin fyrilestur hevði eisini verið áhugaverdur fyri foreldur. Tískil er ætlanin at bjóða Gitte aftur til ein felags foreldrafund.
Foreldraráðið fyri Tofta skúla
Foreldraráðið hevur tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans eru við á fundunum.
Justin Philbrow tók við sum samskipari foreldraráðnum í januar 2017.
Allir flokkar hava eina handbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum, hevur ábyrgd av handbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Tað stendur í handbókini, hvørjar uppgávur foreldraumboðini kunnu hava, og hvussu hetta kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri flokkarnar. Frágreiðing frá foreldraráðsfundunum verður løgd á heimasíðu skúlans.
Næmingaráðið
Í næmingaráðnum sita: Jórun Petersen, forkvinna, Lisa á Regni, næst forkvinna, Hanus Højgaard, kassameistari, Svend Danielsen, skrivari og Roda á For, tiltakslimur.
Næmingaráðið virkar væl, og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt.
Eisini er siðvenja, at næmingaráðið er við til at skipa fyri grækarismessuhaldinum, og veita eina hjálpandi hond til ymisk afturvendandi tiltøk á skúlanum, eitt nú árliga læraradagin.
Vit ynskja, at Tofta skúli skal vera ein skúli, har næmingar, foreldur og starvsfólk trívast, samstarva og hava ávirkan.
Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Vit fingu onga játtan til hetta frá Nes kommunu fyri 2016. Vit í skúlastýrinum eru ikki nøgd við spæliumstøðurnar kring skúlan og tað er nakað, sum vit gera vart við javnan. Skúlakanningin bæði í 2012 og nú aftur í 2016 vísa, at foreldur als ikki eru nøgd við økið rundan um skúlan. Vónandi verður nakað munagott gjørt við hetta nú.
Játtanin í 2017 frá NK til útiøkið var 100.000 kr. Skúlastýrið bað næmingaráðið um hjálp til eina tekni/hugskotskapping, har næmingar skuldu tekna, hvat teir ynsktu sær til útiøkið. Stór undirtøka var fyri hesum og tað hugskotið ið vann, var trampolinir. Tískil var avgjørt at arbeiða víðari við hesum.
Skúlastýrið fekk ymisk tilboð uppá hetta hugkotið, og avgjørt varð at taka av tilboðnum frá Innspark uppá 3 trampolinir.
Heimasíðan hjá Tofta Skúla
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.
Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.
Toftir, 3. januar 2018
Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Armgarð á Regni, skúlastýrisforkvinna