Jólini 2024 í Tofta skúla
Barnadansur í Hæddini í Runavík fríggjadagin 22. nov.
Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2017/18
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2017/18
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.
Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan 2017. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.
Skúlastýrislimir : Armgarð á Regni, Rut Láadal og Herman Jacobsen eru foreldraumboð, Hallfríð Hammer er læraraumboð, Niklas Davidsen og Høgni Hansen umboða Nes Kommunu.
Skúlastýrið hevur skipað seg við Armgarð á Regni sum forkvinnu, og Rut Láadal sum næstforkvinnu.
Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2020.
Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 15.aug. 2017 gingu 198 næmingar í Tofta skúla. 14 børn byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2018 gingu 204 næmingar í skúlanum.
Tofta skúli hevur 21 lærarar, 15 konufólk og 6 mannfólk. Øll, ið undirvísa , hava læraraútbúgving. Harumframt eru 5 námsfrøðiligir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.
Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2017/18
Alt skúlaárið 2017/18 hava vit havt 10 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.
Sum øllum kunnugt, er Nes kommunu ein kommuna í vøkstri. Nógv nyggj búseta seg her, tað inniber eisini nyggj børn og vaksin í Tofta skúla. Tað kann vera trupult at finna runt inni í skúlanum, tískil hevur skúlastýrið verði í samband við ymiskar veitarir um at geva okkum uppskot og tilboð uppá skelting. Eftir at hava hugt ígjøgnum alt tilfarið, varð tilmæli sent til Nes kommunu.
Eisini hevur tað verið ein fyrispurningur frammi um at sortera skrell. Skúlin er í samband við IRF um at finna eina góða loysn uppá hettar.
Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2017/18 lýsti Tofta skúli eftir tveimum tíðaravmarkaðum lærarastørvum fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og fýra tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.
Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.
Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiligaráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina.
Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2018 var kr. 660.00,-. ið er nakað meira enn síðsta ár. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.
Játtanin fyri 2018 er kr. 640.000,-. Harumframt vóru kr. 100.000,- játtaðar til KT útbúnað. Í mai 2018 fekk skúlin eina eykajáttan til KT útbúnað áljóðandi kr. 50.000,-
Felags-foreldrafundur
Árligi felags-foreldrafundurin varð hildin 05. novembur 2018. Ársfrágreiðingin fyri 2017/18 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvið til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Gitte Klein helt áhugaverdan fyrilestur við heitinum “Heilin og robust børn”. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uml. 70 fólk møttu til fundin.
Altjóða læraradagur
Læraradagurin var hildin 5.Okt. Næmingaráðið skipaði fyri løtuni og aftur í ár var gjørt eitt sindur burturúr. Foreldraumboðini fyri flokkarnir høvdu samlað inn og kjeypt eina gávu til lærarar og stuðlar. Elsa úr næmingaráðnum helt eina røðu um munin á skúlagondini fyrr og nú. Sìðani fekk Tórður Mikkelsen orðið. Hann hugleiddi um egnu skúlagongd. Hann segði frá ymiskum stuttligum minnum frá sínum barndómi.
At enda fóru næmingarnir í sínar stovur og skúlastýrið bjóðaði lærarum og stuðlum morgunmat Ein sera hugnalig og væleydna løta.
Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
Fyrst í februar bjóðaði skúlastýrið fyri Stranda skúla til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Allir skúlar høvdu eitt upplegg um hvat vit gera fyri at fremja trivnað á skúlunum vit varða av. Síðani var ein rundvísing á skúlanum og vit fingu ein betri bita. Næsti felagsfundur verður á Toftum
Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla varð hildin 07.mars 2018 inni á Gráasteini. Alfred tók ímóti og greiddi frá hvussu hann hevur sett húsini á Gráasteini í stand. Eisini vóru nógvar góðar, viðkomandi og ikki minst stuttligar søgur, ið Alfred visti at siga frá.
Síðani fóru øll inn í Gott har skúlastýrið bjóðaði til kalt borð. Samstarvfólkafundurin var liðugur kl 16.
Foreldraráðið fyri Tofta skúla
Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.
Justin Philbrow tók við sum samskipari jan 2017.
Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum, hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.. Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.
Næmingaráðið
Næmingaráðið virkar væl og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt.
Eisini er siðvenja, at næmingaráðið heldur grækarismessurøðuna og veita eina hjálpandi hond til ymisk tiltøk, eitt til tann árliga læraradagin.
Næmingaráðið hevur skipað seg við Hanus Højgaard 7.a, sum formanni, Svend Danielsen 7.b, er næsformaður, Elsa Hansen 7.a, er skrivari, Hilmar Højgaard 9.fl., er kassameistari og Bjørt Højgaard 5.fl. er nevndarlimur
Umframt hesar limirnar, velur námsfrøðiligaráðið eitt umboð at sita í næmingaráðnum. Læraraumboðið er Maria Schmeltz Hansen.
Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Vit fingu onga játtan til hetta frá Nes kommunu fyri 2016, men nú vóna vit, at peningur verður settur av fyri 2017. Vit í skúlastýrinum eru ikki nøgd við spæliumstøðurnar kring skúlan og tað er nakað, sum vit gera vart við javnan. Skúlakanningin bæði í 2012 og nú aftur í 2016 vísa, at foreldrini als ikki eru nøgd við útiumstøðurnar hjá skúlanum. Vónandi verður nakað munagott gjørt við hetta nú.
Játtanin til útiøki var í 2017 100.000 kr,
Skúlastýrið spurdi næmingaráðið um hjálp til eina tekni/hugskotskapping, har næmingar skuldu tekna hvat tey ynkstu sær til útiøki.
Stór undirtøka var fyri hesum og tað hugskotið ið vann, var trampolinir. Tískil varð avgjørt, at arbeiða víðari við hesum.
Skúlastýrið fekk ymisk tilboð uppá hetta hugkotið, og avgjørt varð at taka av tilboðnum frá Innspark uppá 3 trampolinir.
Tað varð lagt pláta oman á trampoilinirnar áðrenn skúlaársbyrjan. Hetta var í samband við umbyggingina av ´80 bygninginum. Hegnið, ið teir settu upp gjørdi, at trygdarfrástøðan frá trampolinunum á 1,5 m ikki varð hildin. Tískil vóru tær avstongdar.
Søkt varð á heysti 2017, um fígging til ein innilokaðan sparkivøll við meira. Tilboð vóru heintaði inn og tilsamans bleiv søkt um 340.000 kr umframt arbeiðsløn. Tíverri bleiv ongin peningur settur av til fíggjarætlanin í 2018.
Men Tekniska nevnd og Mentarnarnevndin fyri Nes kommunu, ynskir at fáa set í verk eina heildarætlan fyri útiøki Tofta skúla. Arbeiðsbólkur verður settur at umboða partarnar. Vónandi verður hettar sett í verk skjótt.
Nyggja leiðslu í Tofta skúla
Fyrst í desembur 2017 , setti Rigmor Dam, landstýriskvinna, Duritu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla
03.Januar 2018 var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu. Ì hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku fyri Duritu.
Heimasíðan hjá Tofta Skúla
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.
Foreldur eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.
Toftir, 21/10/18
Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Armgarð á Regni, skúlastýrisforkvinna