Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Vallistar til Skúlastýrisval 2024
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla, skúlaárið 2023/24
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2014/2015
Inngangur
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.
Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan. 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.
Skúlastýrislimir: Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð, Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes Kommunu.
Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu, og Justin Philbrow sum næstformanni.
Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016.
Eitt sindur um Tofta Skúla
Við skúlaársbyrjan 17.aug. 2014 gingu 186 næmingar í Tofta skúla. 24 byrjaðu í fyrsta flokki.
Tofta skúli hevur 20 lærarar, 14 konufólk og 6 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 4 pedagogiskir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.
Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2014/15
Alt skúlaárið 2014/15 hava vit havt 9 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.
Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2014/15 lýsti Tofta skúli eftir einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi fulla tíð fyri lærara í farloyvi, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar, og trimum tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.
Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.
Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiliga Ráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2015 var til viðgerðar í skúlastýrinum 27. august 2014.
Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2015 var kr. 550.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Somuleiðis bleiv eisini biðið um kr. 60.000 til breytasamstarvið Toftir/Runavík. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.
Í skrivi dagf. 02.12.2014 boðar Nes kommuna frá, at bygdaráðið hevur samtykt at játta Tofta skúla 600.000,00 kr, og har eru breytirnar írokanaðar. Eisini fekk skúlin 70.000 til viðlíkahald/nýggjar teldur. Tilsamans 670.000 kr.
Felags foreldrafundur
Árligi felags foreldrafundurin varð hildin 29. oktobur 2014. Ársfrágreiðingin fyri 20013/14 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvi til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Brynhild Høgnadóttir og Katrin D. Apol frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tosaðu um “Ferðslufrálæru í skúlum og leiklutur foreldranna”. Tær vístu frálíka tilfari um ferðslutrygd á heimasíðuni hjá Námi. Hetta var ein áhugaverdur fyrilestur. At enda var drekkamunnur og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.
Kunnandi fundur um fyrimunir/vansar við forskúla ella øðrum tilboðum
Skúlastýrið, saman við skúlanum, skipaði 3. desembur 2014 fyri einum kunnandi fundi um fyrimunir/vansar við forskúla ella øðrum tilboðum til hendan aldursbólkin. Umframt skúlastýrið vóru kommunustýrislimirnir fyri Nes kommunu og umboð fyri barnagarðin boðin við. Uppmøtingin var góð. Fríðfinn Johnsson frá forskúlanum í Eysturkommunu tosaði um teirra tilboð, sum hann var glaður fyri. Rógvi Thomsen frá Námsfrøðiligu deildini á Setrinum vísti á vansarnar við forskúlum. Annika, Lív og Julianna greiddu frá tilboðnum “Jul til jul “, sum vit hava her í kommununi.
Hetta var ein sera góður fundur, har vit fingu meira vitan um hetta sera viðkomandi evni. Nes kommuna játtar pening til tilboði til børn í forskúlaaldri, sum vit hava her. Sum heild eru bæði barnagarður og skúli glað fyri hendan leistin. Børnini tykjast tryggari og betur fyri, tá tey koma í skúla. Annika Høj ger eina kanning hesum viðv., sum er stuðla av Nes kommunu.
Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
Seinast í januar bjóðaði skúlastýrið fyri skúlarnar í Runavík til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Tað var góð uppmøting. Hvørt skúlastýrið greiddi frá hvørjum, tey arbeiða mest við. Hetta er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Avgjørt er, at hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Næstu ferð verður fundurin á Strondum.
Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla var hildin 18. februar 2015.
Kathrina L. Holm helt fyrilestur við heitinum: “Foreldur skiljast, hvussu við børnunum, og hvat er mín uppgáva sum lærari og stuðul?“. Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.
Foreldraráðið fyri Tofta skúla
Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.
Armgarð á Regni hevur verið samskipari seinastu tvey árini, men nú mangla vit ein avloysara fyri hana.
Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráðið. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.
Skúlastýrið hevur gjørt smávegis broytingar í leiðreglunum fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.
Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.
Næmingaráðið
Næmingaráðið virkar væl og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt.
Vit ynskja, at Tofta skúli skal verða ein skúli har næmingar, foreldur og starvsfólk trívast, samstarva og hava ávirkan.
Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Nes kommuna hevur avsett 100.000 kr av til útiøki fyri 2015, men hetta er ikki brúkt enn, men vit hava fingið lovað, at øki norðanfyri og nakað omanfyri verður gjørt liðugt. Eisini verður restin av økinum omanfyri avhegnað, so eingin fær gingið tann vegin, tí har ríður oman og er tí ikki trygt øki. Vit í skúlastýrinum eru ikki nøgd við spæliumstøðurnar kring skúlan og tað er nakað, sum vit gera vart við javnan.
Ymiskt
Trivnaðarætlan fyri skúlan er løgd á heimasíðuna. Hendan verður framhaldandi dagførd.Eisini fáa foreldraumboðini høvi at gera viðmerkingar til trivnaðarætlanina á næsta fundi, sum verður í vár.
Aftaná, at skúlakanningin bleiv gjørd í 2012, bað skúlastýrið ymsar partar um at velja nøkur evni út, sum ynskt var at arbeiða fyrst við. Partarnir vóru skúlastýrið, leiðslan,lærararnir, foreldraráðið og Nes kommuna. Nú hava vit savnað upplýsingar innaftur frá øllum pørtum. Ætlanin er at gera eina nýggja skúlakanning, soleiðis, at vit kunnu meta um gongdina. Tað er ikki eydnast okkum at fáa pening til hetta í 2015, so møguliga verður hetta í 2016.
Heimasíðan hjá Tofta Skúla
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.
Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.
Toftir, 15. novembur 2015
Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna