Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Vallistar til Skúlastýrisval 2024
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla, skúlaárið 2023/24
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla - skúlaárið 2012/2013
Inngangur
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.
Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan. 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.
Skúlastýrislimr: Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð, Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes kommunu.
Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu og Justin Philbrow sum næstformanni.
Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016.
Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 19.aug. 2013 gingu 195 næmingar í Tofta skúla. 16 byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2012/13 gingu 208 næmingar í skúlanum.
Tofta skúli hevur 20 lærarar, 13 konufólk og 7 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 4 pedagogiskir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.
Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.
Nøkur høvuðsmál
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2011/12
Alt skúlaárið 2012/13 hava vit havt 11 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.
Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2013/14 lýsti Tofta skúli við tveimum tíðaravmarkaðum lærarastørvum fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og fýra tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.
Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.
Durita Jakobsen er liðug við cand.ped.ped.psyk. á DPU. Jóna Hansen og Andrea Højgaard hava farloyvi.
Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiliga Ráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2013 var til viðgerðar í skúlastýrinum 5. septembur 2012.
Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2013 var kr. 550.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Somuleiðis bleiv eisini biðið um kr. 50.000 til breytasamstarvið Toftir/Runavík. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.
Játtanin fyri 2013 sær soleiðis út 550.000 + 40.000 til breytasamstarv. Eisini fekk skúlin 70.000 til nýggjar teldur. Tilsamans 660.000 kr.Eisini bleiv 60.000 játtað til útiøkið.
Nøgdsemiskanning/Skúlakanning
Skúlastýrið skipaði fyri eini nøgdsemiskanning seinasta heyst. Í hesi kanning blivu øll foreldur spurd ymsar spurningar í sambandi við skúlagongdina hjá barninum. Slíkar kanningar verða gjørdar á nógvum skúlum uttanlands og í Norðskála/Oyrar skúla gera tey slíkar kanningar javnan. Vit fingu Gallup at skipa fyri kanningini hjá okkum og seta úrslitini upp. Svarprosentið var nøktandi omanfyri 50%. Vit vilja siga, at Tofta skúli og lærarnir fingu eitt ordiligt herðaklapp í hesi kanningini. Nógv kann gerast betur, og tað er nógv at arbeiða við, men gjøgnumgangandi var úrslitið positivt.
Skúlakanningin fór við nógvari arbeiðsorku og viðførdi nógv fundarvirksemi. Kanningin var á skránni á fleiri fundum seinasta heyst. Sí niðanfyri.
Eftir kanningina hava lærarar, foreldraumboð, næmingaráðið og skúlastýrið valt 3 øki hvør, sum hvør bólkur metir, er mest umráðandi at arbeiða víðari við.
Vit hava tosa um at gera eina líknandi kanning aftur um 2 ár, tvs. í 2014. So høvdu vit havt nakað at samanbera við og kundu máta gongdina.
Vit meta, at tað er av týdningi at fáa at vita, hvørja hugsan foreldur hava um skúlan og alt skúlans arbeiðið. Hetta fyri at vit allatíðina kunnu royna at gera arbeiðið betur.
Felags foreldrafundur
Árligi felags foreldrafundurin varð hildin 26. oktobur 2012. Ársfrágreiðingin fyri 20011/12 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvi til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Síðan greiddi skúlastýrið frá um nøgdsemiskanningina, sum skuldi gerast um heystið. Víst bleiv, hvussu kanningin fór at fara fram, og hvat endamálið var við at gera eina slíka kanning. Eftir hetta greiddu lærarar frá um førleikastovuna í Tofta skúla. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.
Framløga av nøgdsemiskanning/Skúlakanning
Á eyka felagsforeldrafundi 28. novembur bleiv úrslitið av skúlakanningini lagt fram fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Kommunustýrislimir vóru eisini bodnir við. Ikki so góð uppmøting til hendan fundin. Framløgan til hendan fundin er at síggja á heimasíðu skúlans og eitur ‘Skúlakanningin 2012’.
Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla varð hildin 21/11-12.
Á hesum fundi legði skúlastýrið úrslitið av nøgdsemiskanningini fram. Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.
Fundur fyri foreldraumboðunum í flokkunum
Skúlastýrið bjóðaði foreldraumboðunum til eitt áhugakvøld 27/2-13. Á hesum fundinum bleiv eisini tosað um skúlakanningina. Foreldraumboðini valdu 3 evni úr kanningini, sum skúlastýrið skal arbeiða víðari við.
Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði, har Anelia Philbrow er vald til forkvinnu. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Formaðurin/forkvinnan situr fyri tvey ár í senn. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.
Skúlastýrið hevur gjørt leiðreglur fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.
Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.
Økið rundan um skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. . Økið norðan fyri skúlan er gjørt liðugt í 2012. 60.000 kr eru settar av til skúlagarðin í 2013. Fyri hendan peningin fáa vit okkurt nýtt at spæla við og fáa lagt tryggari undirlag á við spæliøkið. Vegurin er blivin tryggari og eftir summarfritíðina 2013 er ikki loyvt at parkera við skúlavegin í skúlatíð, akfør til rørslutarnað undantikin.
Nú manglar at fáa økið oman fyri skúlan gjørt. Ikki er loyvt børnunum at vera har, tí trygdin er ikki í lagi har, og ongin er at ansa teimum. Tað er stórt pláss oman fyri skúlan, sum væl kundi blivið brúkt skilagott. Vónandi fer kommunan undir hetta komandi ár.
Næmingaráðið
Næmingaráð virkar nú aftur. Tey hava havt ábyrgd av onkrum fríkorterum og viðvirka, tá ymisk hátíðarhald hava verið á skúlanum. Næmingaráðið legði ynski fram fyri skúlastýrinum um at royna eina matarskipan á skúlanum. Hetta verður nú koyrt sum ein royndarskipan fram til jóla. Val av nýggjum limum til næmingaráðið hevur júst verið. Tað er Atli Johansen, sum tekur sær av hesum.
Atferðarreglur
Atferðarreglurnar eru blivnar endurskoðaðar. Tær eru at síggja á heimasíðuni.
Heimasíðan hjá Tofta skúla
Heimasíðan verður nógv brúkt. Og hetta eru vit sera glað fyri. Hetta lættir munandi um samskiftið millum heim og skúla.
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður nú løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.
Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.
Toftir, 20. oktobur 2013
Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna