Útiskúlin á vitjan á Nyki og Landingarmiðstøðini

Hesferð vóru vit á vitjan á Nyki og á landingarmiðstøðini. Á Nyki vísti Ann,mamma Juliu, okkum runt á virkinum. Vit sóu, hvussu fiskurin varð hagreiddur frá tí hann kom inn á virkið, til hann var klárur at seljast til Canada,Spania ella onnur fjarskotin lond. Vit fingu okkurt lekkurt eftir túrin runt á virkinum. Tað hjálpti uppá fiskaluktin, sum var í so gjøgnumtreingjandi fyri onkran ;)

Síðan fóru vit á landingarmiðstøðina. Her greiddi Dagfinn, pápi Rebeccu, okkum frá virkseminum har. Vit gingu runt á virkinum og sóu, hvussu alt gekk fyri seg, tá arbeitt verður við at fáa fiskin upp á land og kláran at fara víðari til keypara. Eisini sluppu vit at síggja, hvussu tey turka fisk. Tey sluppu at royna turra fiskin, og tað dámdu teimum sera væl. Eg haldi vit ótu ein heilan pakka og onkur spurdi um meira :) Eisini fingu vit sunkist omaná. Vit takka fyri ein sera læruríkan dag.