Vikuætlan 1. flokkur

Skrubb
Skúlin hevur í dag 26.feb. 2021 fingið fráboðan um staðfesting av skrubb (fnat). Tað er tí sera týdningarmikið at kanna tykkara børn og viðgera um neyðugt.
Sí viðfestu ráð frá apotekinum.
https://www.apotek.fo/heilsa/goð-rað/boern/skrubb
og kunning frá Gigni
Àminning
Eg vil minna á, at skúlagongdin byrjar kl. 8.00 við morgunsangi!
Týs- og hósdagar eru vit (1., 2. og 3. fl.) til morgunsang í miðstovu. Hinar dagarnar er morgunsangur í floksstovuni.
Vinarliga Katrin
Vikuætlan
Vika 09 - 2021
Mánadagur
Vinarliga Katrin
Í skúlanum: Húsdjór. Vit lesa bókini um Mammu Mu, hoyra um neyt og gera uppgávur til evnið.
Í skúlanum: Vit rokna 1-2 síåur í bókini. Evnið er minus.
í skúlanum: Vit gjøgnumganga Súlan - arbeiðsbók 1. Um onkrar uppgávur mangla, so gera vit tær.
Týsdagur
verið væl ílatin, tí vit fara eisini út.
Mikudagur
verið væl ílatin, tí vit fara eisini út.
Hósdagur
í skúlanum: í dag fáa næmingarnir Súlan - arbeiðsbók 2. Vit fara at hava um k.
Fríggjadagur
Í skúlanum: Annan tíman rokna við teldu og hin í bókini.
Í skúlanum: Evnið er framvegis húsdjór.
Broyting
Vegna broyting í skemanum, verið eg burturstødd hvønn fríggjadag hereftir. Andrea á Regni og Kristbjørg Djurhuus taka tímarnar í føroyskum hesar dagar.
Vh Katrin
Lesa í bókini í bókalummanum
Nú hava vit verið í gjøgnum 6-7 bókstavir, og tað merkir, at næmingarnir kunnu byrja at lesa tær fyrstu bøkurnar. Hesar bøkurnar, sum tey nú fáa heim við, eru gjørdar soleiðis, at teksturin er við teimum bókstavunum, sum tey hava lært umframt nakrar orðmyndir, sum tey skulu læra.
Tey fáa eina bók heim við, og tey fara at hava tær uml. 1 viku í senn. Tá ið tað stendur í vikuætlanini, at tey skulu lesa bókina í bókalummanum, er tað hendan bókin. Tey skulu lesa 8 minuttir í henni. Òjavnt er, hvussu tey megna at lesa. Summi klára at lesa alla bókina fleiri ferðir, og tey kunnu gera tað, uttan at foreldrini hjálpa til. Hjá øðrum mugu foreldrini lesa fyrst, kanska 2-3 reglur, og so lesur barnið. Tað er í lagi, at barnið lærir seg tað uttanat. Sitið hjá barninum, bæði tí, sum lesur skjótt, og hjá tí sum lesur seint. Setið tíðina til 8 minuttir, tá ið tíðin er farin, eru tit liðug.
Minnist til, at gera tað til eina góða løtu, tá ið barnið ger skúlating.
Vinarliga
Katrin
Føðingardagslistin hjá 1. flokki
Við at klikkja á leinkið niðanfyri síggja tit føðingardagslistan hjá 1. flokki. Upphæddin á gávuni er á leið 200 kr., og gávan er frá øllum flokkinum. Umleið eina viku áðrenn føðingardagin, fær gevarin ein ynskilista frá føðingardagsbarninum.

Píka7 og Strok
07. september 2020
Nú er tíð til at tekna hald til Píka7 og Strok
Tit kunnu fara inn á heimasíðuna https://hald.bfl.fo/ og tekna hald.
Tey sum hildu blaðið í fjør eru sjálvvirkandi sett til at halda Píka7 ella Strok aftur í ár.
Um tit ynskja at siga haldið upp, mugu tit tosa við BMS, bms@bms.fo