Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 09.januar 2019 kl 19:30
Skrá
Gerðabókin
Frá skúlanum
Frá forkvinnuni
Ymiskt
Gerðabókin: AáR kunnar NK um vegin niðan fyri spæliplássið og DJ kunnar á skúlanum
Frá skúlanum: Samskiparin í felagnum Fjølrit, hevur havt fund við Tofta skúla um skráseting av vardum verkum. Leiðslan hevur verið á kunnandi fundi, sum MMR skipaði fyri. Kunnað varð um umleggingar í MMR, Undirvísingarstýrinum og Nám. Arbeiði, við at skifta klædning og vindeygu í 80´bygninginum gongur væl. Jólahaldið í skúlanum gekk væl, og nógv fólk møttu upp. Árligu foreldraviðtalurnar eru hildnar. 9.fl fer í starvsvenjing í viku 6 og 7. kunnað varð um fíggjarjáttanina fyri skúlan. Arbeitt verður við at útvega okkara lærarum arbeiðsteldur.
Umsóknin um fundarnet til skúlastýrið varð ikki gingin á møti.
Frá forkvinnuni: Felags skúlastýrisfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin verður 06.feb. Og skúlastýrið fyri Tofta skúla er vertur. Evni verður; útiøki og fríløtur á skúlunum. Til matna verður grýturætt og so fáa vit kaku og kaffi omaná. AáR sendir innbjóðing út.
Árligi samstarvsfólkafundurin verður mikudagin 06.03.19 kl 13-16. Vit skulu hava ein fyrilestrarhaldara, og so skulu vit hava okkurt at eta.
Skúlastýrisfundurin, ið skuldi verða 06.03 verður flutur fram til 27.02.19 kl 19:30.
Ymiskt: HH tosaði um, at sending frá DK, har ið pensionitar koma inn í skúlan at hjálpa. DJ sigur, at hetta er í samráð við skúlans virðisgrundarlag. Vit halda, at hetta ljóðar áhugavert. Hetta er frívillugt arbeiði. Vit vilja leggja tað fram fyri lærarum, og vit kanna, um tað er áhugi fyri hesum.
Fundur lokin: 21:10
Ikki á fundi: Øll møttu