Seinastu tíðindi

21/11/2024

Barnadansur í Hæddini í Runavík fríggjadagin 22. nov.

15/11/2024

Gloymd klæði

13/11/2024

Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024

04/11/2024

Skúlastýrisvalið 2024

01/11/2024

Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla

24/10/2024

Vallistar til Skúlastýrisval 2024

05/10/2019

Læraradagur í Tofta skúla

Fríggjadagin 4.okt. varð læraradagur hildin í Tofta skúla fyri fimtu ferð. Læraradagurin hevur síðani 1994 verið hildin víða hvar í heiminum. ST hevur útnevnt 5.okt. sum almennan læraradag.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á tann stóra týdning, ið lærarans arbeiði hevur fyri tann einstaka næmingin og samfelagið alt.

Tað var skúlastýrið saman við næmingaráðnum, ið skipaði fyri degnum.

Dagurin byrjaði við morgunsangi. Síðani bjóðaði Durita Jakobsen, skúlastjóri, vælkomin og greiddi frá skránni fyri degnum.

Niclas Davidsen, nevndarlimur í skúlastýrinum, bar fyrst eina heilsan fram. Hann vísti m.a. á, at skúlin er ein sera týdningarmikil partur av tí, sum er við til at mynda  kommununa. Niclas segði, at vit øll eru stolt av skúlanum, sum er sera væl útgjørdur og væl virkandi við góðari leiðslu, lærarum og næmingum.

Til seinast takkaði hann øllum fyri gott samstarv. Tað veri seg leiðsla, lærarum og starvsfólkum annars og ikki minst foreldrum og næmingum.

Síðani fekk gestarøðarin Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi lærari, orðið. Magnus byrjaði við at hugleiða um lærarastarvið, og víst serliga á, at lærarauppgávan er ein tann týdningarmesta uppgávan, sum er í  einum samfelag. Uppgávurnar hjá lærarunum eru nógvar í dag. Hann nevndi m.a., at lærarin:

·      er undirvísarin

·      er leiðarin í flokkinum – hann slóðar fyri

·      er fyrimyndin hjá børnunum

·      er kveikjarin og gevur børnunum íblástur

·      er vinurin hjá børnunum

·      er við í menningini hjá børnunum

·      er stuðulin hjá børnunum

·      er tann sum lurtar og troystar

So ikki kann sigast annað enn at lærarar og starvsfólkið í skúlanum hava uppborið stórt rós fyri tað arbeiði, ið gjørt verður.

Tit hava komandi unga ættarlið undir tykkara kønu hond, og kunnu á ein hátt samanlíknast við leirkerasmiðin í Halgubók, sum evnaði íløtuni til. Við dugnasemi og nærlagni tykkara, so loysa tit hesa uppgávu væl, helt Magnus Rasmussen fyri til seinast í røðu síni.

Til seinast varð tað Magnus í Hjøllum, formaður í næmingaráðnum, sum vegna allar næmingarnar bar fram eina heilsan til lærarar og starvsfólk skúlans. Hann vísti m.a. á, at skúlin er við til at geva næmingunum eina góða framtíð, sum er ein framíhjárættur, ið ikki øll børn hava.

Formaðurin í næmingaráðnum takkaði øllum lærarum og starvsfólkum fyri teirra ótroyttiliga arbeiði, nærlagni og tolsemi við næmingunum.

Eftir taluna hjá formanninum í næmingaráðnum fingu flokkarnir høvi til at bera heilsanir fram. Fyrst vóru tað næmingarnir 1. og 2. flokki o.s.fr. Lærararnir fingu brøv, blómur, gávur o.a.

Læraradagurin endaði við, at næmingarnir fóru í sínar stovur, har eldri næmingar ansaðu eftir teimum, meðan skúlastýrið bjóðaði lærarum og stuðlum ein drekkamunn í tónleikahølinum.

Fjórða tíma varð tann vanligi skúladagurin uppafturtikin.

Fleiri myndir frá læraradegnum síggjast her!