Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki í Tofta skúla
Mikudagin 13. august kl. 13.00 var fyrsti skúladagur í Tofta skúla hjá 25 børnum í fyrsta flokki. Hesi børnini koma at ganga í tveimum flokkum 1.a og 1.b.
Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin. Skúlastjórin greiddi børnunum frá, hvar ið tey koma at standa, tá ið morgunin byrjar við morgunsangi í Miðstovu skúlans. Síðani sungu børnini tvey stutt sálmaørindi og bóðu ”Faðir vár” saman.
Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti skúlastjórin m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur stór krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.
Somuleiðis vísti Durita á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla.
Áðrenn farið varð upp í flokshølini, var felagsmynd, saman við teirra flokslærarum, tikin av flokkunum.
Síðani fóru øll upp í flokshølini, har Hallfríð H. í Hjøllum og Petur Hans Hansen flokslærarar tóku ímóti 1.a og Guðni Andreasen, flokslærari, tók í móti 1.b.
Í báum flokshølunum, sum vóru sera barnavinarlig og vakurt prýdd, greiddu flokslærararnir frá teirra ætlanum, tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru gandandi fyri skúlan. Somuleiðis vístu teir eisni á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina.
Móti endanum fingu børnini eisini loyvi til, at loysa tvær smáar uppgávur í ávikavist heimstaðarlæru og rokning, sum tey vóru hugtikin av.
Samanumtikið ein sera væl eydnaður fyrsti skúladagur.
Fleiri myndir síggjast her!