FELAGS FORELDRAFUNDUR VERÐUR MIKUKVØLDIÐ 19.NOV KL 19:00
Skúlastýrið bjóðar til foreldrafund við áhugaverdari framløgu
Vit bjóða øllum foreldrum til ein felags foreldrafund.
Høvið verður at hitta skúlastýrið og onnur foreldur í skúlanum.
Skúlastýrisforkvinnan leggur fram ársfrágreiðing frá farna skúlaárið, vit fáa ein kaffimunn. Eftir stuttan kaffisteðg, fáa vit vitjan av Pól Andrias Larsen, Multimedia Design & BA. Web Development frá fyritøkuni Lunnar.
Framløgan hjá Pól Andrias fer at seta fokus á eitt týdningarmikið evni: Hvussu kunnu foreldur tryggja, at børn brúka appir og sosialar miðlar á ein tryggan og ábyrgdarfullan hátt?
Tú fært ítøkilig ráð um:
Hvussu tú kanst fylgja við, hvørjar appir barnið brúkar
Hvussu tú kanst seta hóskandi avmarkingar
Hvussu tú kanst stuðla barninum í einum sunnum talgildum gerandisdegi
Hetta er ein serlig møguleiki at fáa innlit og amboð, sum gera mun fyri trivnað og trygd hjá barninum á netinum.
Vit vóna at síggja nógv foreldur – hetta snýr seg um okkara børn. Høvið verður at práta saman og drekka kaffi eftir framløguna eisini.
Skúlastýrið fyri Tofta skúla
-Børn hava brúk fyri, at foreldur fáa innlit og tosa saman. Tí er tað umráðandi, at títt barn verður umboðað á foreldrafundi.