Tryggari á netinum
Týsdagin 28.apríl høvdu 6. og 7.fl í Tofta skúla vitjan av SSP politinum.
Evnið hendan dagin var "Tryggarumegin á netinum"
-
Føroysk børn og ung kenna væl tær ymisku talgildu eindirnar, pallarnar og appirnar og eru dugnaligir internetbrúkarar. Men tey skulu læra at ferðast trygt á netinum og verja seg sjálvi, júst sum í ferðsluni.
Eins og í okkara grannalondum, eru føroysk børn og ung í vanda fyri at vera útsett fyri kriminaliteti á netinum, sum td. lokking. Politiið hevur framleitt eina undirvísingarætlan, sum hevur til endamáls at laða uppundir uppáhaldið um, at lógarbrot eru lógarbrot, líkamikið um tey verða framd online ella offline.
-
Tveir góðir og læruríkir tímar, har SSP politistur tosaði við okkara 6. og 7.fl næmingar um at ferðast trygt á netinum. Undirvísingin snúði seg yvirskipað um at hava góðan atburð á netinum. Komi varð m.a. inn á hetta, at deila myndir og filmsbrot uttan samtykki, vinir tú ikki kennir, happing og hóttanir.