Jólini 2025 í Tofta skúla
Tað stundar til jóla og í Tofta skúla hava vit fyrireikað okkum til tað. Niðanfyri er kunning um hetta.
Morgunsangur í miðhøll skúlans kl. 8.00
Í des. fara flokkarnir at skipa fyri morgunsangi.
Foreldur at næmingum eru vælkomin til morgunsang og ein kaffimunn, tá flokkurin hjá barninum skipar fyri morgunsangi.
Mánadag 1. des.: 2. fl.
Týsdag 2. des.: 8. fl.
Mikudag 3. des.: 1.B
Hósdag 4. des.: 4. fl.
Fríggjadag 5. des.: 3. fl.
Mánadag 8. des.: 9. fl.
Týsdag 9. des.: 7. fl.
Mikudag 10. des.: 6. fl.
Hósdag 11. des.: 1.A
Fríggjadag 12. des.: 5. fl.
Mikudagin 17. des. 1.-9.fl. hevur jólafest í skúlatíð kl 8.00 - 11:00. Næmingar eru veitsluklæddir.
Um kvøldið, kl. 19.00 framføra 1.-7.fl. fyri foreldrum at næmingum í 1. - 7.flokki. Næmingar bjóða sínum foreldrum til hesa framførslu.
Praktisk kunning
Fyri at tryggja frið og góðar karmar fyri tey, sum framføra, biðja vit um, at bert foreldur møta. Vit vita, at tað kann vera freistandi at taka smábørn við, men royndir vísa, at tað er torført hjá teimum minstu at sita still undir allari framsýningini, og tað kann órógva bæði næmingar og áskoðarar.
Vit vóna, at tit skilja hetta og gleða okkum til eina hugnaliga jólaløtu saman við tykkum!
Hósdagin 18. des. Hugni í flokkunum kl. 08.00 – 10.30
Fríggjadagin 19. des. Kirkjugongd í Fríðrikskirkjuni 1.-9.fl. fer í kirkju kl. 09:00
- foreldur, ommur og abbar og onnur avvarandi eru vælkomin við.
Tá tað er liðugt, so er jólaferia.