18/06/2025

Prógvhandan í Tofta skúla

Týsdagin 17. juni kl. 15.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu næmingarnir í 9. og 10. flokki prógv handað. 

Til hesa hátíðarløtu vóru avvarðandi hjá næmingunum komin saman at heiðra næmingarnar, nú fólkaskúlin var liðugur fyri flestu teirra.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin og helt síðani eina røðu og handaði næmingunum prógvini.

Í røðu síni segði Durita m.a., at tað er ein góð kensla at kunna senda tykkum trygt avstað, nú tit hava lokið ávikavist 9 og 10 ára skúlagongd.

Í dag eru vit saman í felagsskapinum, sum er Tofta skúli, fyri at hátíðarhalda ein varða á tykkara lívsleið. Nøkur tykkara halda á fram í 10. flokki; men í dag eru vit øll samlaði til hesa próvhandan. Tíðin hjá flestu tykkara sum næmingar í fólkaskúlanum er av og standa tit nú á gáttini til eina nýggja og spennandi framtíð. Dagurin í dag er ikki bara seinasti dagur hjá flestu tykkara sum fólkaskúlanæmingar, men eisini byrjanin til eina ferð, ið er fylt við møguleikum og avbjóðingum.

Hon segði eisini, at tit eru framtíðin, og at tit hava møguleikarnar til at forma verðina rundan um tykkum. Gerið brúk av tykkara vitan og royndum. Byggið brýr, roynið at fata hvønn annan og virki til frama fyri samarbeiði. Minnist til, at tit eru ikki einsamøll. Tit eru ein partur av einum sterkum og stuðlandi felagsskapi, sum hevur nógv løg, bæði í Føroyum, ríkisfelagsskapinum og Evropa.

Í eini tíð, har verðin kann sýnast óstøðug og full av klandri, eru tað tit ungu, ið geva okkum vón. Tykkara vísdómur, mót og innlivan er lykilin til eina tryggari og friðaligari framtíð. Vit trúgva upp á tykkum og tykkara evni at skapa eina betri verð. At enda heilsaði Durita næmingunum við góðynskjum um eina bjarta og vónríka framtíð.

Eisini flokslærarar og lærarar hildu røðu fyri næmingunum. Her vóru tað serliga allar tær góðu løturnar, við upplivingum av ymsum slag, ið vóru tiknar fram. Upplivingar, ið bæði næmingar og lærarar við gleði koma at minnast afturá í langa tíð. Eisini nýttu lærararnir høvi til at takka foreldrunum fyri sera gott og gevandi samstarv øll hesi árini teirra børn hava gingið í Tofta skúla.

Umframt røður og heilsanir frá lærarum og næmingum, so var eisini felagssangur og eitt tónleikainnslag á skránni.

Til felagssangin spældi Andrea á Regni Højgaard, lærari, og Thorgrim Harryson, næmingur og Anki, tónleikalærari, spældu eitt sera vakurt lag á cello og klaver.

Til seinast vóru øll boðin til ein góðan drekkamunn.

 

Fleiri myndir frá prógvhandani síggjast her!