Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

05/04/2019

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 03. apr. 2019

Skrá

Frá skúlanum
Fíggjarætlan skúlans 2019
Tiltøk í skúlatíð, kunnu næmingar partvís gjalda fyri hetta?
Innkomin mál
Gerðabókin: Viðmerking til gerðabókina frá 9. jan. Tað er eitt P-skelti við Toftaveg, ið vísir á P-Tofta skúli. T

Frá skúlanum: Ein leistur er funnin, har skúlin og lærarar deilast um gjaldið til arbeiðsteldur til lærarar. Hesar teldur eru nú komnar og útflýggjaðar lærarum. Sáttmáli er gjørdur um gjalding. Skúlin hevur keypt eina nýggja samvirkna talvu til eina av skúlastovunum. Skúlagarðurin er so gott sum tøkur aftur, eftir arbeiðið við at klæða ein part av skúlanum og útbyggingina undir jørð vegna svimjihylin. Várroyndirnar hjá framhaldsdeildini gingu væl, men tað var nógv trýst á internetinum. Skúlin hevur sent skriv til NK um at sleppa at keypa útgerð, soleiðis at ferðin á internethaldinum kann hækkast. Allir næmingar skúlans vóru til sjónleik í gjár. Tey eldru vóru til sangleik í Fuglafirði og innskúlingin var til konsert í Norðurlandahúsinum. 

Fíggjarætlan skúlans: Játtanin fyri 2019 var 660.000,- og ein eykajáttan til KT- útbúnað á kr. 150.000,- Fíggjarætlanin er løgd fram fyri Námsfrøðiliga ráðið. 

Tiltøk uttan fyri skúlan í skúlatíð: Skúlin vil fegin fara til tiltøk saman við næmingum í skúlatíð, men tað kostar nógvar pengar. Skúlastjórin spyr, um skúlin kann loyva sær at biðja um gjald frá næmingum til at fara til tiltøk uttan fyri skúlan í skúlatíð. Kann skúlin evt. áseta eina upphædd, sum næmingar kunnu gjalda, tá ið farið verður til tiltøk í skúlatíð? Kjak var um málið og skúlastýrislimir høvdu ikki øll somu áskoðan á málið. Semja var um, at vit skulu vera varin við at taka gjald í skúlatíð, og at vit mugu upplýsa um hetta við skúlaársbyrjan. Uppskot var frammi um, at eitt loft má setast á, t.d. 100,- kr. Uppskot um, at vit kunnu spyrja foreldraumboðini um hvat tey halda um hetta. 

Innkomin mál: Bræv frá foreldri. Rætting til fyrispurning um valfak í 8.-9.flokki. Skúlin skal bjóða út alis- evnafrøði og týskt. 30 tímar eru kravdir. Fyrispurningur um, at tað burdu verið fleiri fak at velja ímillum. Semja um, at tað er ringt at gjøgnumføra. Skúlastýrislimir hildu, at tímatalvan er full sum er.

 
Fundur lokin: 
Ikki á fundi:AáR