Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

14/06/2019

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 12. juni 2019

Skúlastýrisfundur 12. juni 2019

Skrá:

Kunning frá skúlanum

Tímajáttanin

Umbøn um at stytta skúladagin 20. juni 2019

Frá forkvinnuni

Innkomin mál

Frá skúlanum: Tað gongur væl í skúlanum, sum heild eru næmingar, foreldur og lærarar væl nøgd. Vit kunnu staðfesta, at tað eru alt ov nógvir næmingar, sum ikki fáa morgunsangin við, tí at tey eru ov sein í skúla. Vit arbeiða við hesum, og mugu gera okkara ítarsta fyri at fáa næmingar at møta til tíðina um morgunin. Tað eru broytingar í fólkaskúlalógini. Ein stór broyting er, at skúladagatalið hjá næmingum frá næsta skúlaárið fer úr 198 niður í 193 dagar. Lærarar verða tó til arbeiðis 198 dagar. Seinastu arbeiðsdagarnir skulu nýtast til at eftirmeta og ráðleggja. NK hevur játtað pening til útgerð, soleiðis at internetferðin kann økjast.

Tímajáttanin fyri skúlaárið 2019/20 er komin, játtanin er á leið tann sama sum í fjør. Tó er ein hækking av tímum til m.a. Førleikastovuna og lærugreinina samfelagsfrøði, sum nú er komið upp í 9.flokk. Játtanin til námsfrøðiligar tímar er tó lækkað munandi.

Umbøn um at stytta skúladagin 20. juni: Skúlin kemur við umbøn um at styttan skúladagin hjá næmingunum tann 20. juni vegna starvsfólkaútferð. Skúlastýrið játtaði hesum.
Frá forkvinnuni: Arbeiðsbólkur arbeiðir við ætlanum fyri útiøkið. Tey hava biðið um uppskot. Skúlastýrið hevur finngið innbjóðing til móttøku í Oyndarfjarðar skúla tann 13. juni vegna tess, at skúlastjórin fer frá.  Umráðandi, at skúlaárið verður lagt væl til rættis, so at nógvar stórar uppgávur ikki verða pressaðar saman í eitt stutt tíðarskeið, men heldur deildar yvir skúlaárið.
Innkomin mál: Foreldur skrivar inn og metir at skipanin við 10.flokki skal endurskoðast, so at okkara næmingar ikki velja 10.fl frá. Skúlastýrislimir søgdu sína hugsan um hetta, og øll vóru ikki á einum málið. 

 

Fundur lokin:20:45 
Ikki á fundi: HíH