Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

13/09/2019

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 11. september 2019

Skúlastýrisfundur 11.09.2019 
Skrá 
 
Gerðabókin:  
Frá leiðsluni 
Fíggjarætlan 
Læraradagur 2019 

Frá leiðsluni: Skúlin er komin væl ígongd. Í Tofta skúla eru hetta skúlaárið skrásettir 201 næmingar. Viðv. starvsfólkum, so eru AN og HH í farloyvi, KH er nýggj í starvi. Næmingaráðsval hevur verið á skúlanum.

Fíggjarumbøn: Skúlastýrið biðjur um kr. 50.000,- til sítt virksemið. 

Læraradagur 2019: Læraradagurin verður hildin 04. okt. frá kl 8-09:30. Skúlastýrið bjóðar lærarum og stuðlum morgunmat. Foreldraráðini skulu kunnast um dagin, og tey syrgja fyri gávum til lærarar og stuðlar. Næmingaráðið er við til at halda eina røðu og annars gera klárt til løtuna. Skúlastýrislimir hava ymsar uppgávur í samband við læraradagin. Teir eldru næmingarnir ansa teimum yngru ímeðan lærarar fáa morgunmat. 
Ymiskt: Prát um møguleikar at hugnað um í skúlagarðinum, um danskt tilfar fyri at steðga happing. Somuleiðis var spurt hvussu gongur við arbeiðinum um útiøkið, Upplýst varð, at gong er í málinum. Prát um myndir sum verða tiknar í Tofta skúla til eitthvørt tiltak verða lagdar út alment, og onkur helt, at tað var óheppið.

Fundur lokin: kl 20:45