Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 15. januar 2020
Skúlastýrisfundur 15.01.2020
Skrá
Gerðabókin
Frá leiðsluni
Frá forkvinnuni
Ymiskt
Gerðabókin: Viðmerking Durita gjørdi vart við okkara hugburð viðv. Myndatøku til jólahaldið
Frá leiðsluni: Fíggjarjáttanin til Tofta skúla 2020 er kr. 680.000 til blokkin og 160.000 til KT. Skúlin hevur keypt tvær nýggjar samvirknar talvur sum verða settar upp í tveimum stovum í næstum. Annemie er komin til arbeiðis aftur eftir at hava verið parttíðar sjúkraskrivað. Vindeygakarmarnir í ´58 bygninginum mugu skiftast vegna lekar og onkur leki er framvegis og má hetta tettast. Durita vísti skúlastýrislimum runt í nøkrum stovum, har ið nakrir av vindeygakarmunum eru, ið mugu skiftast. Undirvísingarstýrið spyr skúlaleiðslur um hvørjar dagar skúlagongdin verður avlýst vegna veður.
Frá forkvinnuni: Vit skulu skipa fyri einum samstarvsfólkafundi við lærararnar í mars mánaði. Taka upp evnið, ið er viðkomandi fyri okkum í skúlastýrinum eins og lærarar. Okkurt á la Samspælið. Uppskot Niclas Heri, (Fegin, arbeiðsgleði) Armgarð tosar við Niclas Hera. Prát aftur og fram um hendan fundin.
Ymiskt: Einki
Fundur lokin:
Ikki á fundi: Rut og Hallfríð