Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 15. januar 2020
Skúlastýrisfundur 15. januar 2020
Skrá
Gerðabókin
Frá leiðsluni
Frá forkvinnuni
Ymiskt
Gerðabókin: Viðmerking Durita gjørdi vart við okkara hugburð viðv. myndatøku til jólahaldið
Frá leiðsluni: Fíggjarjáttanin til Tofta skúla 2020 er kr. 680.000 til blokkin og 160.000 til KT. Skúlin hevur keypt tvær nýggjar samvirknar talvur sum verða settar upp í tveimum stovum í næstum.
DJ vísti skúlastýrislimum runt í nøkrum stovum, har lekar hava og partvíst framvegis eru. Undirvísingarstýrið spyr skúlaleiðslur um hvørjar dagar skúlagongdin hevur verið avlýst í vetur vegna veður.
Frá forkvinnuni: Vit skulu skipa fyri einum samstarvsfólkafundi við lærararnar í mars mánaði. Semja um at taka upp evni, ið er viðkomandi fyri okkum í skúlastýrinum eins og lærarar. Prát aftur og fram um hendan fundin, onkur skúlastýrislimur átók sær at biðja fyrilestrarhaldara.
Ymiskt: Einki