Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 04. mars 2020
Skúlastýrisfundur 04. mars 2020
Skrá
Gerðabókin
Frá leiðsluni
Samstarvsfólkafundurin
Ymiskt
Gerðabókin: eingin viðmerking.
Frá leiðsluni: Leiðslan hevur verið á limafundi hjá skúlaleiðarafelagnum. SSP foreldrafundur við evninum Tryggari á netinum, varð hildin saman við Runavíkar kommunuskúla. 7.-10. flokkur hava verið til fyrilestur um Holocaust í Bylgjuni og 9.fl. hevur vitjað ymiskar Miðnámsskúlar og onkur skúli hevur vitjað okkum.
Harumframt høvdu vit eitt tiltak saman við Runavíkar kommunuskúla har ið vit skipaðu fyri kunning fyri okkara 10.fl næmingum og foreldrum. 4.flokkur hevur verið til kapping í Flogbørn og í morgin fer 3.flokkur. 19.feb. var skúlin stongdur av tí at allir lærarar skúlans vórðu bodnir til Læraradag, sum MMR skipaði fyri. Evnið á degnum var: Lærdómur fyri lívið. Vit hava 3 læraralesandi í starvsvenjing. Næstu tvær vikurnar fer 9.flokkur í starvsvenjing og 10.fl fer at gera verkætlan, sum eins og undanfarin ár verður ein leikur, ið verður framførdur í Runavík. 10.-11.mars vera djúphugsnidagar við heitinum Talgild myndan ella digitalt dannilsi. Vit fara at arbeiða tvørtur um floksmørk. framhaldsdeildin er til várroynd hesa vikuna. Tað eru keyptar tvær nýggjar vatnmaskinur.
Samstarvsfólkafundurin: Fundurin verður 17.mars kl 13-16. AáR hevur tosað við NK um tað fíggjarliga viðv. hesum fundi. Fyrilestur við NHJ og innihaldið á fyrilestrinum verður; lívsgleði. Vit byrja við at eta og so verður fyrilestur aftaná.
Ymiskt: Vit vóru á skúlastýrisfundi í Oyndarfirði. Rut greiddi frá. Prát um, at skúlastýrið ikki hevur so nógv vald og heimild, men at man kortini kann hava ávirkan. Leiðslur vístu á, at tað er sera gott at hava eitt skúlastýrið.