Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

23/04/2020

Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 16. apríl 2020

Skúlastýrisfundur 16.apríl  
 
Skrá: 
 
Frá leiðsluni 
 
Frá leiðsluni: Orsaka av korona frarsóttini, so vóru allir næmingar koyrdir til hús fríggjadagin 13. mars. Hetta merkti so, at øll undirvísing nú skuldi skipast sum fjarundirvísing. DJ greiddi frá, hvussu tey skipaðu seg í Tofta skúla. 

Áðrenn næmingar fóru heim, løgdu lærarar seg eftir at geva øllum næmingum allar bøkur heim við og royndu at fyrireika næmingar til, at tey skuldu vera heima í tvær vikur. Harumframt høvdu tveir av lærarunum eitt skeið fyri øllum lærarahóåinum um hvussu vit kunnu brúka eitt nú Teams í samband við fjarundirvísing. Í vikunum ímeðan næmingar vóru heima, gjørdu lærarar vikuætlanir til flokkar  og løgdu seg eftir at halda eitt gott og tætt samband við sínar næmingar

Tær tvær vikurnar vístu seg so til at gerast til fleiri. Tó fer 1.-3.flokkur at koma í skúla aftur 20.apríl. 4.-10.flokkur fer at halda áfram við fjarundirvísing eina tíð afturat.