Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 03. juni 2020
Skúlastýrisfundur 03.06.2020
Skrá:
Frá leiðsluni
Tíma og lærugreinabýti
Framløga av kanning um happing
Viðmerking: Samstarvsfólkafundurin, ið skuldi vera 17.mars, varð ikki hildin, av tí at vit vóru send heim tann 13.mars orsaka av Korona farsóttini.
Frá leiðsluni. Eftir at skúlar hava verið afturlatnir vegna Korona farsóttina, so vóru allir flokkar aftur í skúla tann 20.mai. Vit hava tó nøkur tilmæli, sum vit framhaldandi skulu halda. Hetta hava vit gjørt, í tann mun tað ber til. Í Tofta skúla eru vit samd um at hóast tað gekk gott hjá okkum at hava fjarundirvísing, so eru øll glað fyri at vera aftur í skúlanum. Ongar próvtøkur verða hildnar í summar, og landsroyndin hjá 4. og 6.flokki er útsett til í september. Í staðin fyri próvtøl, skulu vit geva næmingum ársmet. Prógvhandan hjá 10.fl verður hósdagin 18.juni kl 14. Allir næmingar í okkara 9.flokki halda fram næsta ár. Næsta skúlaár verða 218 næmingar í Tofta skúla. Vit hava sett Annemie B. Magnussen í fast starv og Elina Sørensen og Mariu Hansen í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21. Vit hava lýst eftir námsfrøðingum og tann freistin er úti 12.juni.
Tíma og lærugreinabýti. Lagt fram og varð góðtikið.
Kanning um happing: Í nov. 2018 skipaði MMR fyri einari kanning um happing í 5., 7. og 9.flokki. í apríl 2020 fingu vit afturmelding frá Námsvísindadeildini upp á hesa kanning. Durita legði fram úrsliti av kanningini.
Ymiskt: prát um samstarvsfólkafundin, ið var av ongum. Keðiligt at vit ikki kundu halda samstarvsfólkafundin. Avgerð um, at vit taka hetta upp á fyrsta skúlastýrisfundi í september. Semja um, at bjóða næmingaráðnum við til skúlastýrisfund. Vit skulu hava ein felags foreldrafund og ein uppstillingarfund í september.
Fundur lokin:
Ikki á fundi: Rut, Karis