Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

20/01/2021

Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 13.jan. 2021

Skúlastýrisfundur 13.01.21 


Skúlin - Prát um, at skúlastýrislimir hava tagnarskyldu í mun til skúlastýrisarbeiði.  
Frá forkvinnuni - reglugerð, kunning v.m. : Prát um, hvørji mál eitt skúlastýri kann arbeiða við og hvat undanfarna stýrið hevur arbeitt við. Her varð m.a. komið inn á skelting innan í skúlanum og so eisini uttanumøkið. Vit prátaðu um, at tað hevur verið arbeitt við Fifa/multi vølli uttan fyri skúlan. Formaðurin fer at seta seg í samband við kommununa um hvar málið liggur. Prát um, at fáa fleiri holukendar sofur úti á gongini.  Tað eru játtaðar kr. 50.000,- til skúlastýrið, 5.000,- til foreldraumboðini og kr. 30.000, - fyri nøgdsemiskanningina. Skúlastýrisfundir vóru planlagdir fram til summarferiuna: 17.feb., 3.mars., 10.mars samstarvsfólkafund  kl 13-16, 14.apr., 5.mai. og 9.jun..  
Ymiskt: Prát um tað staðbundna málið á Toftum. Skúlastýrislimur kundi hugsað sær, at mann legði seg eftir at vit tosað tað uppruna staðbundna málið. Tosað var um dialektir. Prát um, at ung/børn hava trupulleikar við rúsevnum. Hetta halda vit ikki er ein trupulleiki í okkara skúla í løtuni, men vit vita, at hetta er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, eisini ímillum heilt ung. Komið var inn á SSP samstarvið, og at tað er umráðandi, at tað ikki verður niðurraðfest. 

Øll møttu til fundin 
Fundur lokin kl. 21:00