Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

24/02/2021

Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 17. februar 2021

Skúlastýrisfundur 17.02.21 
 
Gerðabókin: viðmerking til málið um narko, ið var frammi á farna fundi. Tað er álvarsamt, tá ið lopið verður á politistar í teirra heimi. Hetta hava vit hoyrt dømi um í fjølmiðlunum í seinastuni. Hetta vísir bara hvussu umráðandi tað er, at arbeiða fyribyrgjandi við okkara børnum. 
Leiðslan: Innskriving av næmingum til 1.flokk var í skúlanum tann. 27.jan. Tá vóru 22 næmingar skrivaðir inn. SSP ráðgevi hevur verið í 4.fl og havt foreldrafund. Evnið var at ferðast á netinum. Eisini hevur SSP politistur verið og vitja 1., 6. Og 9.flokk. Vit hava fýra læraralesandi í starvslæru í fýria vikur, og so koma tey aftur beint eftir páskir í tvær vikur. Okkara 9. Og 10.fl næmingar hava fingið kunning frá miðnámsskúlum á Kambsdali, Klaksvík og Vestmanna. Eisini hava vit kunnað okkara 9.fl næmingar um okkara 10.fl tilboð. Tofta skúli er við í átaki, sum Nám skipar fyri. Átakið kallast Listameldur, og hevur til endamáls at varpa ljós á list. Vit fara at hava framsýning á skúlanum um ½ mars. Undirvísingarstýrið hevur havt kunnandi fund, nú allir skúlar skulu hava eina journalskipan. Vit mugu eisini vera við. Vit skulu hava eina skipan frá Formula, sum eitur 360. Hetta mugu vit fara í gongd við. Allar foreldraviðtalur eru nú avgreiddar, uttan tann eini flokkurin, sum hevur tær seinastu viðtalurnar í annaðkvøld. Skúlin hevur keypt 3 nýggjar samvirknar talvur og hartilhoyrandi teldur. Eisini hava vit keypt 24 chromebooks og eitt skáp at løða tær í. Hetta eru vit sera glað fyri. 
Forkvinnan Samstarvsfólkafundur verður 10.mars. Fyrilestrarhaldari kemur at tosa um arbeiðsgleði, jaligan hugburð og styrki í samskifti. Vit fáa mat frá Svangaskarð. Tey borðreiða við stroganoff . Vit gera eina skál við dessert 5 stk. Tiltakið er frá kl 13 til 16. Vit byrja við fyrilestri og enda við at eta.   
Forkvinnan las upp skriv, ið er orða til Nes kommunu viðvíkjandi raðfesting av bygningi og Fifa vøllinum. Skrivið varð góðtikið og verður sent NK. 
Ymiskt. Skúlastýrislimir prátaðu um 10.fl framyvir og nevndu møguleikan, at allir skúlarnir kring fjørðin samstarvaðu um 10.fl  
Fundur lokin kl 20:45 
Ikki á fundi øll møttu