Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

10/03/2021

Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 03. mars 2021

Skúlsastýrisfundur 03.03.21 
 

Forkvinnan  
Samstarvsfólkafundur 
Svar frá Nes kommunu 
Ymiskt 
  
 
Gerðabókin. Vit seta samstarv við Stranda skúla á til næsta skúlastýrisfund. Vit tosa við borgarstjóran um hetta er nakað, ið vit vilja arbeiða víðari við.  
Leiðslan. Hósdagin 25.feb. Vóru umboð frá Nes kommunu og Teknistovuni í Gøtu og vitjaðu Tofta skúla. Tey vildu vita hvørji ynski vit høvdu um ábøtur í Tofta skúla. Skúlastjórin og húsavørðurin vístu teimum hvør vit mettu, at tørvurin var. Dentur varð lagdur á lekar á suðursíðuni í bygninginum frá 58. Lekar norðan fyri og eystanfyri ítróttarhøllina. Viðv. stovum, so varð dentur lagdur á at tørvurin á at fáa Alisfrøðistovuna gjørda sum skjótast. Víst varð her m.a. á tekningina frá tá ið allur skúlin skuldi um- og útbyggjast. Harumframt varð tosað um bygningin frá 81. Har varð tosað um tak, vindeygu og klædning eystureftir. 8.fl hevur gjørt verkætlan í síðstu viku. Framløgurnar vóru mánadagin. Har vóru nógv áhugaverdar verkætlanir. Vit hava havt djúphugsnidagar í gjár og í dag. Tveir dagar, har ið vit hava lagt tímatalvuna til viks og so hava vit arbeitt við ymiskum evnum. Grunddeild arbeiddi við várinum, miðdeildin við støddfrøði í verki, og hádeildin við evninum ungur og lívið. Tofta skúli lýsir eftir lærara í barnsburðarfarloyvi 
Forkvinnan. Samstarvsfólkafundur verður mikudagin 10.mars. vit hava ein fyrilestur og so fáa vit døgurða aftaná. Fólkavaldu skúlastýrislimirnir gera dessert. Viðvíkjandi skrivinum, so hevur  NK takka fyri, og vil fegin koma við á fund tann. 14.apr. Vit senda eina áminning til NK um hendan fundin.  
Ymiskt. Prát um integratión yvirhøvur og hvussu vit merkja hetta í skúlahøpi. Prát um hetta er nakað, ið vit skulu taka upp í skúlanum. 
Fundur lokin kl 20:30  
Øll møttu