Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

21/04/2021

Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 14. apríl 2021

Skúlastýrisfundur 14.04.2021 
 
 
Gerðabókin. Viðmerking, umboð frá NK koma við á skúlastýrisfund 5.mai.  
Leiðslan: Borgarstjórarnir í Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu hava havt fund við skúlaleiðslurnar í skúlunum. Prátað var um allir tríggir skúlarnir framyvir skulu samstarva um 10.fl. Avrátt varð, at skúlaleiðararnir skuldu tosað saman og venda aftur til kommunurnar. Í viku 11 høvdu vit alla framhaldsdeildina til várroynd í fimleikarhøllini, tað gekk alt væl. Hósdagin 25.mars høvdu vit várveitslu við framhaldsdeildini. Tað gekk ordiliga væl, og tað var ein góð veitsla.  í viku 14 og 15 hava læraralesandi verið í starvsvenjing. Tey verða liðug í morgin. Hesar báðar somu vikurnar eru okkara 9.fl næmingar í starvsvenjing og 10.fl ger teirra verkætlan, sum er ein leikur, ið verður framførdur í Løkshøll í næstum. Lærari er farin í barnsburðarfarloyvi og annar komin ístaðin. Skúlin hevur verið til sjónleik í Fuglafirði. Hesa ferð valdu vit at brúka møguleikan at lata næmingarnar gjalda fyri leikin, og so rindaði skúlin bussin. Landsroyndirnar í 4. og 6.fl verða 27.-29.apríl. 3.fl fer á seturskúla síðst í hesum mánaðinum, tey fara til Elduvíkar. Vit hava fingið eina tekning sendandi frá Teknistovuni í Gøtu í mun til alisfrøðistovuna. Vit mugu venda aftur til teirra viðv. Teirra fyrispurningum.  
Forkvinnan  
Samstarvsfólkafundur - eftirmeting. Alt gekk væl, tað var nokk av mati. Tað hevði verið gott, um lærarar høvdu eitt hugskot til viðkomandi evni. Deiligt, um lærarar lata okkum vita hvat tey halda er relevant. Somuleiðis kann skúlastýrið velja sær evnið, sum vit gjarna vilja taka upp.  
Nes kommuna – umboð koma við á fund 5. Mai 2021. Hetta er tí at arbeitt verður við at endurskoða fíggjarætlanina.  
Skúlakanning 2021 – Gallup – spurningar.Gallup vil fegin vera við til at gera nýggja nøgdsemiskanning fyri Tofta skúla. Vit mugu ansa eftir, at tað ikki eru ov nógvir spurningar, tí annars kann ivi sáast um virði av svarunum ikki er nóg gott. Vit sakna kanska spurningar um næmingaráð. Avtalað varð, at skúlastýrislimir hyggja at spurningunum hvør í sínum lagið og gera viðmerkingar. Málið verður tikið upp aftur á fundi t. 05.mai.  
Ymiskt: Skúlaleiðslurnar í Tofta -, Stranda skúla og Runavíkar skúla fara at hava fund, har ið umrøðast skal, um hesir tríggir skúlarnir skulu samstarava um 10.fl framyvir. Prát um sorgarætlanin hjá Tofta skúli evt. skal útbyggjast við ætlan fyri hjúnarskilnað og álvarsama sjúku. Prátað varð um veðurlagsbroytingar kunnu vera við til at ræða børn. 
Fundur lokin kl 21 
Øll møttu