Innskriving av børnum í 1. flokk
Innskriving til 1.flokk
Fráboðan um barnaorm
Fráboðan um skrubb
Gleðilig jól og gott nýggjár
Jólini 2024 í Tofta skúla
Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 08.sept. 2021
Skúlastýrisfundur 8. Sept. 2021 kl. 19:30
Frá leiðsluni. Vit eru komin væl í gongd. Í Tofta skúla hava vit í ár 10.flokkar og 220 næmingar. Tað eru onkrar broytingar viðv. lærarahópinum. Árliga útferðin við øllum næmingunum, sum plagar at vera í juni varð útsett til eftir summarferiuna. Mikudagin 1.sept. vóru vit hesa útferð, og eydnaðist hon sera væl. Vit koyrdu niðan í Hústoft og gingu eftir gomlu bygdagøtuni til Rituvíkar. Afturmelding frá landsroyndunum í vár eru í gongd. Felags foreldrafundir í ymsu flokkunum eru á skrá hesa tíðina og hesi skulu m.a. velja foreldraumboð. Skúlastýrisformaðurin plagar at vera við til fundin í 1.fl.. Viðv. Sorgarætlanini, so hava vit gjørt eitt ískoyti til hesa. Hon verður løgd út á heimasíðuna í næstum. Myndatøka av flokkum/næmingum verður í næstum. Arbeiði at klæða skúlan er so smátt byrjað. Vit mugu tryggja okkum, at rýmingarleiðirnar í 58´ bygninginum eru í lagið. Borgar tosar við brunamyndugleikarnar um hetta.
Forkvinnan
Nes kommuna – fíggjarætlan fyri 2022 skal vera inni 30. Sept. Biðið verður um 50.000 kr. Til skúlastýrið og so fær foreldraráðið 5.000 kr. Skúlastýrislimir góðtóku umbønina.
Nes kommuna – málið um útiøkið takast uppaftur. Útiøkið verður nevnt ár eftir ár og vit føla ikki, at tað verður ikki gjørt nakað við tað. Vit halda at tað ber ikki til, at pengar, sum verða játtaðir til útiøkið verður flutt til bygningar. Bygningar fara altíð at skula viðlíkahald og tí mugu vit trýsta á at fáa pengar settar av at gera útiøkið. Tað eru gjørdar min. tvey uppskot og tey mugu takast fram aftur og gerast. Prát um, at vit evt. bjóða okkum fram til at prioritera tað seinasta uppskotið, ið fyriliggur.
Kunning um Nøgdsemiskanningina 2021. Umboð frá Gallup kemur at greiða okkum frá um nøgdsemiskanningina fyri bæði skúlastýrislimum og lærarum/stuðlum. Luttøkan var 75% procent sum er SERA gott. Seinast var tað 70% so tað var ordiliga gott.
Fundur lokin kl 20:40
Ikki á fundi Hallfríð