Føstulávintshald í Tofta skúla
Mánadagin 20. febr. høvdu vit føstulávintshald í skúlanum. Dagurin byrjaði við morgunsangi, síðan fóru næmingarnir at prýða seg til føstulávintshaldið.
Tá ið klokkan nærkaðist 9, fóru flokkarnir at sláa tunnu. Næmingarnir í 1. og 2. flokki slóu eina tunnu, 3., 4. og 5. flokki eina, 6. og 7. flokki eina og næmingarnir í framhaldsdeildin eina tunnu. Tá ið kattakongarnir vóru funnir, samlaðust øll í Miðhøllini, har farið var upp á gólv.
Í vikunum frammanundan føstulávint hevur hvør flokkur vant sítt kvæði ella vísu. Eisini hava vit havt vitjan av limum úr Eysturoyar Dansifelag, sum hava vant saman við okkum. Mánadagin varð tí kvøðið og dansað, so tað rungaði eftir í øllum skúlanum.
Eins og undanfarin ár, vóru foreldur, ommur og abbar boðin við til dansin, og ikki kann sigast annað, enn at tað vóru rættiliga nógv vaksin, sum ynsktu at vera við í føstulávintsdansinum.
Dagurin endaði við, at børnini fingu føstulávintsbollar og sunkist, meðan tey vaksnu fingu ein góðan drekkamunn.
Kvøðið varð:
Burtur á heiði
Veturin kom við kulda og kava
Lítli snar
So vakrar moyggjar
Ólavur Riddararós
Sigmundskvæði yngra
Kall og Svein ungi
Flóvin Bænadiktsson
Nú liggur ein kavafonn tindi á
Ormurin langi
Stat op Santa Simeon
Fleiri myndir síggjast her!