25/02/2023

Wull vann SkúlaFM fyri íverksetarar

Fríggjadagin 24 februar 2023 var SkúlaFM fyri Íverksetarar, og Wull, sum er ein fyritøka við næmingum úr Tofta skúla og Runavíkar Kommunuskúla, vann kappingina.

Wull hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

Stovnararnir av bólkinum Wull eru; Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta skúla og Runavíkar kommunuskúla.

Hetta er tískil annað árið á rað, at næmingar úr Tofta skúla og Runavíkar kommunuskúla vinna SkúlaFM 2023.

Vit ynskja Wull hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.

Meiri kann lesast um okkara óføru fyritøku í grein á portal.fo - Trýst her!