Grækarismessuhald í Tofta skúla
2. og 3.flokkur skipaðu fyri innsavnan til Beran
Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla
9. flokkur í Tofta skúla, vinnari á Tryggari Internet Degnum 2023
Wull vann SkúlaFM fyri íverksetarar
Føstulávintshald í Tofta skúla
2. og 3.flokkur skipaðu fyri innsavnan til Beran
Í samband við landsinnsavningina hjá Beranum, sum var sunnudagin 5.mars, skipaðu næmingar í 2. og 3.flokki í Tofta skúla, saman við teirra flokslærarum og lærarum, fyri einum innsavningarátaki, fríggjadagin 3.mars kl. 11.00, í Tofta skúla, har foreldur, ommur, abbar og onnur vóru vælkomin í skúlan at keypa kaffe, te, vafflur, toast og sunkist. Innkomni peningurin fór allur til felagsskapin Beran.
Í knappar tveir tímar var miðhøllin í Tofta skúla stúgvandi full av fólki í øllum aldri, sum vildu stuðla hesum átaki, og onkra løtuna var trýstið so stórt, at tað stóð á hjá børnunum at baka vafflur og hita toast til fólkini, sum hugaliga stóðu í langari bíðirøð til teirra tørn var at sleppa framat.
Í sanghølinum vóru rund borð sett upp, so møguleiki var at seta seg niður at njóta løtuna.
Tá tiltakið var liðugt, og peningurin taldur, vóru komnar inn tilsamans 31.313,50 krónur. So talan var um eitt sera gott tiltak, sum eydnaðist til fulnar. Eitt tiltak, hvar ið næmingar og vaksin gleddust um at kunna verða við til at stuðla Beranum, sum m.a. ger tað møguligt at hjálpa:
· børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systikn
· børnum og ungum, ið hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin
· foreldrum, ið hava mist børn
Fleiri myndir síggjast her!