Prógvhandan í Tofta skúla
Mánadagin 19.juni kl. 13.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu 7 næmingar í 10.flokki og 15 næmingar í 9.flokki prógv handað.
Til hesa hátíðarløtu vóru avvarðandi hjá næmingunum komin saman at heiðra næmingarnar, nú fólkaskúlin var liðugur.
Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin og helt síðani eina røðu og handaði næmingunum prógvini.
Í røðu síni segði Durita m.a., at tað er ein góð kensla at kunna senda tykkum trygt avstað, nú tit hava lokið ávikavist 9 og 10 ára skúlagongd. Tit eru framúr sum menniskju, bæði sum flokkur og sum partur av einum flokki.
Nú fara tit úr fólkaskúlanum, her tit hava gingið síðani tit byrjaðu tykkara skúlagongd í fyrsta flokki. Hetta hevur verið tað trygga góða staðið, har tit kenna øll, bæði børn og vaksin. Staðið, ið tit fingu tann førning, ið tit nú skulu bera víðari fram á tykkara lívsleið.
Út frá sanginum ”Vaknaður vársins sangur”, sum Jens Dam Jacobsen hevur yrkt, hugleiddi Durita Jacobsen um ungdómin, sum skal undir at byrja sítt vaksna lív.
Eg havi hug at halda, at tit eru uppvaksin í einari ”sólglæmu”, sum skaldið sigur. Tit nýtast ikki at hugsa um mat á borðið, um tit hava klæði upp á kroppin, ella pengar eru, so tit kunnu ganga í skúla. At hava tað gott, at vera trygg, at fáa umsorgan og kærleika frá teimum rundan um seg, gevur ein vakran og lívsfúsan ungdóm. Og tit kunnu vera takksom fyri, at tit eru vaksin upp í einum samfelag, ið er ført fyri at geva tykkum alt tað besta, sum tit hava tørv á.
Til seinast ynski eg tykkum øllum góða eydnu í tíðini sum kemur. Trýgvið upp á tykkum sjálvi. Jesus fylgið tykkum.
Eisini Lív I. Magnussen, flokslærari í 10.flokki og Annelia Rasmussen, flokslærari í 9.flokki, heilsaðu næmingunum á hesum stóra degi.
Lív segði m.a., at øll hava tit verið við til at mynda felagsskapin, hvør hvør á sín hátt, við teimum eginleikum, sum tit hava. Øll hava tit verið líka týdningarmikil fyri felagsskapin.
Minnist altíð til, at talið í próvnum sigur tað minsta um tykkum. Tað hevur nógv størri týdning, at tit altíð vísa, hvussu góð menniskju tit eru. Vísið altíð virðing fyri øllum fólkum, øll kempa ein kamp, sum vit onnur ikki kenna til. Tit kunnu gera stóran mun fyri onnur menniskju við at vísa teimum virðing.
Annelisa heilsaði teimum við m.a. hesum orðum: Tað er gott við góðum førningi og dyggum kjølfesti. Vónandi hevur tað eisini verið so, at skúlatíðin her í Tofta skúla hevur verið ein partur av øllum hesum; men avgjørt bert ein partur, tí at tit, saman við foreldrum tykkara, hava lagt grundvøll fyri tryggleika og livandi menning. Ja, vónandi hevur tíðarskeiðið verið vitanarríkt og ger hesa løtuna eydnugóða.
Hesi árini í Tofta skúla hava verið við til at ment tykkum til tað, tit eru í dag. Saman hava vit lært og upplivað eina rúgvu bæði fakliga, sosialt og menniskjaliga.
Umframt røður og heilsanir frá lærarum og foreldrum, so var eisini felagssangur og eitt tónleikainnslag á skránni.
Til felagssangin spældi Hanus Højgard á klaver, meðan Paula Philbrow og Sára í Túni Jacobsen, næmingar í 9.flokki, spældu eitt sera vakurt lag á violin og klaver.
Fleiri myndir frá prógvhandani síggjast her!