Útgávutiltak á Námi
Mikudagin 20. september var eitt sera hugnaligt útgávutiltak á Námi fyri trimum útgávum til lærugreinina føroyskt. Talan var um tær tríggjar bøkurnar Orðaflokkarnir, Punktum og Dropar 7.
Gunnvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum gjøgnum árini hava framleitt rúgvismikið tilfar til føroyskt í grunddeild, hava skrivað og myndprýtt “Orðaflokkarnir”. “Orðaflokkarnir” er hent amboð hjá næmingum at læra grundleggjandi mállæru.
Tvær útgávur eru eisini komnar til føroyskt í hádeild. Talan er um mállærubókina “Punktum”, sum Sigmund Jógvansson hevur skrivað. “Punktum” er ein handbók í føroyskum til øll, ið fáast við mállæru. Dentur er lagdur á at gera mállæruna einfalda og stuttliga at arbeiða við fyri næmingar í hádeild og onnur, ið vilja læra seg føroyskt.
At enda fingu høvundarnir Annelisa Rasmussen og Lív Magnussen orðið. Tær greiddu frá útgávuni “Dropar 7”, ið er fyrsta bók av trimum í føroyskum til hádeild. Hetta fyrsta lesibók til 7. flokk í fleiri áratíggju, og er hetta at meta sum ein stórhending í føroyskum til hádeild.
Annelisa og Lív starvast sum lærarar í Tofta skúla, og hava síðani skúlaárið 22/21 eisini verið í starvi á Námi tveir dagar um vikuna.
Tit útgávutiltakið bar varaskúlastjórin í Tofta skúla fram eina heilsan, frá leiðslu og lærarum í Tofta skúla, og fingu tær síðani eina gávu handaða.
Dania O. Tausen, sum hevur eina yrking við í “Dropar 7”, setti dám á tiltakið við sangi og gittara.