03/11/2023
Framsýning frá evnisdøgunum í farnu viku
Í døgunum 31. okt. til 3. nov., hevði skúlin evnisdagar, har evnið var ”Burðardygd”.
Hesar dagar varð tímatalvan løgd til viks, og arbeiddu vit í bólkum, har næmingar úr ymsum flokkum vóru saman.
Fríggjadagin 3. nov. skuldi ein framsýning frá evnisdøgunum vera. Orsaka av samhugaverkfalli hjá Føroya lærarafelag t. 3.nov, varð eingin skúlagongd hendan dagin. Tískil verður framsýningin frá evnisdøgunum mánadagin 6.nov ístaðin. Sýningin verður í Miðhøll skúlans frá kl. 10.30 – 12.00.
Øll eru vælkomin at vitja framsýningina.
Vinaliga
Leiðslan