08/11/2023

Hósdagin 09.11.23 er ongin skúlagongd í Tofta skúla

Hósdagin 09.11.23 er ongin skúlagongd í Tofta skúla
Hetta kemst av, at Undirvísingarstýrið hevur boðið lærarunum at koma á eina ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har evnið er: Talgildisbúgving.

Hugtakið talgildisbúgving hevur seinastu árini fingið ein týðandi leiklut í skúlaverkinum, og er hugsanin við hesum evninum at varpa ljós á hugtakið, bæði í breiðum høpi og í undirvísingarhøpi.