Evnisdagar í Tofta skúla
Í døgunum 31.okt - 03.nov vóru evnisdagar í Tofta skúla
Evnið, ið arbeitt varð við hesa ferð var burðardygd.
Flokkarnir vóru deildir upp og arbeiddu saman í bólkum tvørtur um floksmørk soleiðis:
1.-3.fl. arbeiddu saman
4.-6.fl. arbeiddu saman
7.-9.fl. arbeiddu saman
10.flokkarnir í Tofta og Runavíkar skúla arbeiddu saman
Tað var ymiskt, ið arbeitt varð við. Eitt nú arbeiddu næmingar við burðardygd í mun til endurnýtslu í klædnaídnaðinum. Tey gjørdu smykkur úr endurnýttum glasi og steinum, ið tey høvdu henta úti o.a.. Burðardygg orka var eisini eitt evni, ið arbeitt varð við. Næmingar og lærarar vitjaðu endurnýtsluverkstaðið hjá kommununi. Rusk úti í náttúruni og hvussu vit kunnu endurnýta tað, arbeiddu næmingar eisini við. Eitt nú evnaðu næmingar eina mynd úr gomlum plastposum, gjørdu hundaleiku úr gomlum handkløðum o.a.. At nýta tálg frá seyði var eitt, sum serliga miðdeildin arbeiddi við. Lærarar reinsaðu, skóru og kókaðu tálg áðrenn evnisdagarnar. Til evnisdagarnar lærdu næmingarnir um hvussu vit kunnu gagnnýta tálg og hvussu vit arbeiða við hesum tilfari. Næmingarnir fingu nógv ymiskt burturúr. Tá evnisdagarnir vóru lidnir, høvdu næmingar í miðdeild gjørt hondsápu, hondkrem og ljós. Teir yngru næmingarnir gjørdu eisini fuglafóður úr tálg. Hvar alt tað fer, ið vit endurnýta og hagtøl innan burðardygd vóru eisini ímillum nógvu evnini, ið arbeitt varð við. At umgangast matoyðsl og gangnnýta matleivdir var eisini eitt av evnunum.
Alt í alt vóru hetta nakrir góðir dagar, har næmingar lærdu nógv um eitt ávíst evni. Harumframt vóru dagarnir góðir í mun til at næmingar fingu høvi at arbeiða saman á ein annaleiðis hátt enn teir vanliga gera. Høvi var at knýta bond tvørtur um floksmørk og at mennast og læra saman undir øðrum um støðum.
Mynirnar sýna nakað av tí vit arbeiddu við.