16/11/2023
Prógv í lívbjarging
Mikudagin 15.nov var skeið í lívbjarging í svimjihylinum í Tofta skúla.
Lívbjargingarraroyndin er í fýra pørtum. Tað er ein hallarroynd, ein venjingarpartur, ein bjargingarpartur og ein munnlig roynd. Nakrir av okkara lærarum høvdu longu staði royndina og í dag vóru 4 lærarar afturat á skeið, og hava hesi nú eisini staðið lívbjargingarroyndina.
Vegna Undirvísingarstýrið var tað leiðandi undirvísari í lívbjarging Sørin Djurhus, ið hevði skeiðið. Skeiðið var á 8 tímar og tá ið dagurin var liðugur fingu allir okkara lærarar prógv.
Nú er svimjihylurin stongdur vegna umvæling í bygninginum. Væntandi verður svimjihylurin tøkur aftur í viku 4 í 2024.