Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar
Fráboðan um skrubb
Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum
Grækarismessuhald í Tofta skúla
Føstulávintshald í Tofta skúla
Felags sangløta í Tofta skúla
Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum
Grækarismessudag, mikudagin 12. mars, skipaði næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi úti í Geilini á Toftum.
Veðrið var av tí allarbesta. Eitt lítið lot høgt og klárt í veðrinum.
Hugaligt var at síggja næmingar, børn í frítíðarskúlanum, starvsfólk og onnur, sum vóru komin saman at heilsa várinum og at bjóða tjaldrinum vælkomnum aftur til landið.
Tobias Thomsen, næstformaður í næmingaráðnum, bjóðaði øllum vælkomin. Eftir at hava sungið nakrar vársangir, helt Mattias G. Bergkvist, í næmingaráðnum, eina hugtakandi grækarismessurøðu.
Í røðu síni segði hann m.a., at vit eru savnað her í dag, fyri at hátíðarhalda grækarismessu, ið er ein serstakur dagur í okkara kalendara. Grækarismessa, sum verður hildin 12. mars, er ein dagur, har vit fagna tjaldrinum, tjóðfugli okkara.
Grækarismessa og tjaldrið eru tekin um, at várið er á veg og at náttúran aftur vaknar til lívs eftir ein langan og kaldan vetur. Um várið verður dagurin ljósari, veðrið verður betri og grasið verður grønari. Mann kann spæla úti saman við vinum. Fótbólsvenjingin byrja aftur, smálombini eru at síggja og blómurnar spretta.
Víðari segði Matthias, at á grækarismessu savnast og gleðast vit um náttúruna og lívið. Tað er eisini ein dagur, har vit kunnu minnast á týdningin av at verja okkara umhvørvi og vøkru náttúru, so vit og komandi ættarlið kunnu njóta ta vørku náttúruna í árunum, sum koma.
Til seinast takkaði næstformaðurin vegna næmingaráðið øllum fyri løtuna og ynskti øllum ein góðan grækarismessudag.
Fleiri myndir síggjast her!