30/10/2025

Skúlarenning í Tofta skúla

Vanligt er, at skúlarenningin er síðsta fríggjadag undan heystfrítíðini, men soleiðis var ikki í ár. Veðrið var so sera vánaligt við bæði regni og vindi. Tí varð avgjørt, at útseta skúlarenningina til eftir heystfrítíðina.

Í sera góðum heystveðri, mikudagin 29. okt., varð farið at renna. Eitt lítið høgættarlot við sól var við til at gera løtuna góða fyri okkum øll.

Dagurin byrjaði við morgunsangi kl. 8.00. Klokkan 8.45 varð farið inn í høllina til eina felagsupphiting, sum næmingarnir í 9. flokki skipaðu fyri.

Allir næmingarnir runnu runt Agnið, sum er umleið 10 km til longdar. Á leiðini stóðu næmingarinr í 9. flokki á ávísum postum og heppaðu á næmingarnar. Næmingarnir vóru sera kreativir, so tað kendist sum ein "gularót" fyri okkum, sum runnu at koma fram til næsta post.

Tá næmingarnir vóru lidnir at renna, fingu teir høvi til at hvíla seg, meðan teir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka.

Dagurin endaði við, at næmingarnir í 9. flokki og lærararnir spældu ein flogbóltsdyst ímóti hvørjum øðrum, meðan allir hinir næmingarnir heppaðu á leikararnar. Hetta gjørdist ein sera undirhaldandi og spennandi flogbóltsdystur við tveimum settum, sum endaði 1 – 1.

Fleiri myndir síggjast her!