Tofta skúli - ein livandi skúli

Virðisgrundarlagið:

  • Felagsskapur
  • Faklig menning
  • Trivnaður

Vit hava orðað virðisgrundarlagið fyri Tofta skúla. Hetta virðisgrundarlag sæst aftur í øllum virksemi skúlans. Vit arbeiða við triv- naðinum, ið er grundarlagið fyri allari faklig- ari menning, sum bert kann fara fram í einum góðum felagsskapi.

Tað er av týdningi, at arbeiðið við virðis- grundarlagnum fer fram í góðum og tøttum samstarvi við heimini, har heimini hava ein virknan leiklut.

Virðisgrundarlagið skal skiljast sum eyðkennisorðini fyri Tofta skúla.

Felagsskapur 

Tað merkir:

  • At møta tí einstaka við virðing har hann er
  • At tosa virðiliga við hvønn annan
  • Opinleikin
  • Skúlin, ein heilt náttúrligur partur av bygdini
  • Gott samstarv ímillum skúla og heim

Tofta skúli vil menna og skipa fyri at øll læra at møta hvør øðrum við virðing og at skapa ein góðan felagsskap. Umframt at læra at samstarva bæði við ung og eldri í bygdarsamfelagnum.

Faklig menning

Tað mekir:

  • At hugsa frameftir
  • At seta sær mál og fremja tey
  • At vera vitandi
  • At vera nærløgd
  • At læra av góðum royndum - og av mistøkum
  • At eftirmeta og seta sær nýggj mál

Faklig menning er, at øll ogna sær fakligt innlit, arbeiðshættir og kunnleika. Lærarin hevur tann fakliga førleikan, sum gevur næminginum avbjóðingar. Undirvís- ingin skal økja hugin hjá næminginum at læra, royna sítt hugflog, og venja síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan. Eisini skulu tey mennast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapi- num.

Trivnaður

Tað merkir:

  • At øll kenna seg trygg á veg í skúla, í tímunum og í fríkorterinum
  • At øll hava ávirkan
  • At øll hava felags sosial tiltøk
  • At vinarbond vera knýtt
  • Innlivingarevni (empati)

Trivnaður er ein grundleggjandi treyt fyri, at øll kunnu læra, mennast og trívast. Í Tofta skúla hava vit valt sum fyrsta mál at seta tiltøk í verk fyri at steðga og fyribyrgja happing.