Flokkar
Súkklutúrur á Kalsoynni
Tann 27. mai fóru vit við súkklum út á Kalsoynna. Vit vitjaðu tann minsta skúlan í Føroyum, sum er á Húsum. Har ganga 2 sera fittar gentur, sum vit lærdu at kenna, í skúla. Ein gongur í 3. fl og hin í 5.fl. Veðrið var eisini av ti allarbesta. Hetta var ein framúr góður og minnisríkur túrur, sum vit ikki fara at gloyma.