Flokkar
Á vitjan hjá IRF 21.04.26
Í útiskúlanum í dag vóru vit á vitjan hjá IRF í Leirvík. Vit hoyrdu um, hvat munurin er á teimum ymisku posunum, og hvat vit skulu koyra í hvar. Síðani fingu vit eina rundvísing, har vit sóu hvat tey gera vit skrellið, sum kemur inn, og eisini sluppu øll at royna grabban, sum var so spennandi at prøva. Ein læruríkur og stuttligur dagur.